Minni pierur byggjast vestureftir

Toftir

Arbeiðið við at dýpa og betra um umstøðurnar hjá smærri deksførunum í ytsta hylinum í Oyrahavnini á Toftum gongur sum ætlað.
Meðan arbeitt verður inni í hylinum, eru teir nú eisini byrjaðir at leggja avlopsgrót vestur úr pierinum, soleiðis at grótarmurin í enn størri mun kann verja fyri lágættarbrimi.
Teir, sum standa fyri arbeiðinum í Oyrunum, siga, at grótarmurin, sum fæst burtur úr avlopsgrótinum, verður einar 15-20 metrar langur.
Fyri at kunna leggja grótið út úr pierinum, hevur verið neyðugt at taka ein part av grótgarðinum, sum gongur úteftir pierinum, niður, soleiðis at sleppast kann fram at við lastbilunum, sum koyra grótið av eystursíðuni og yvir á vestursíðuna.
Arbeiðið í Oyrahavnini fer at bøta um umstøðurnar hjá teimum, ið eiga tey smærru deksførini, sum reka útróður av Toftum.