Minni skattur í Suðuroy

Hóast skattainntøkan hevur verið størri á Tvøroyri, í Fámjin og í Sum­ba, so er sam­an­talda skatta­inn­tøk­an hjá komm­un­u­num í Suð­ur­oy meiri enn eina mill­i­ón minni hig­artil í ár, enn hon var tað í fjør

Jóannes Hansen

Tær sjey kommunurnar í Suð­ur­oy hava fyrstu ellivu mán­að­ir­nar í ár tilsaman fing­ið 1.040.175 krónur minni inn í skatti, enn tær fingu sama tíðarskeið í fjør. Í fjør var samlaða skatt­a­inn­tøk­an í Suð­ur­oy fyrstu ell­ivu mán­að­ir­nar 110.681.535 krón­ur, og í ár var hon 109.641.360 krón­ur.
Tríggjar kommunur í Suð­ur­oy hava fingið meiri inn í skatti í ár, og fýra hava fing­ið minni inn í skatti í ár, enn tær fingu ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Størri inntøku hava Tvør­oyr­ar, Fámjins og Sumbiar komm­un­ur fingið. Minni inn­t­økur hava Hvalbiar, Hovs, Pork­er­is og Vágs komm­unur fingið.
Skattaprosentið er tað sama í øll­um kommununum tað sama, sum tað var í fjør, utt­an í Hovi, har tað er eitt hálvt prosent høgri. Skatt­a­pros­ent­ið í Hovi hækkaði á nýggj­ár­i­num úr 20,00 og upp í 20,50. Í hinum seks komm­ununum er skatt­a­pro­sent­ið: Hvalba 20,00, Tvør­oyri 23,50, Fámj­in 19,00, Pork­eri 21,00, Vágur 23,25 og Sumba 20,00.
Lutfalsliga er størsti vøkst­ur­in í Sumbiar komm­unu. Har er fyribils komm­un­u­s­katt­a­inn­tøkan higartil í ár 1,55 pro­sent størri, enn hon var tað ellivu teir fyrstu má­n­að­ir­nar í fjør. Vøksturin sva­r­ar til 107.219 krónur. Í ár er inn­tøkan 7,019 milliónir krón­ur. Í fjør var hon 6,912 mill­i­ónir krónur.
Størsti vøksturin í krón­um er í Tvør­oyr­ar komm­unu. Har komu 123.447 krón­ur meiri inn í komm­u­nu­skatti ellivu teir fyrstu mán­að­ir­nar í ár, enn tað gjørdu í fjør. Tað svar­ar til ein vøkst­ur upp á 0,29 pros­ent. In­n­tøk­an ­í ár var 43,034 milli­ónir. Í fjør var hon 42,910 milliónir krónur.
Fámjin er tann komm­un­an, sum eigur minstu skatt­a­inn­tøk­una í Suðuroy. Har vaks inn­tøkan fyrstu ellivu mán­að­ir­nar í ár við 1,08 pro­sent­um, tá ið sammett verð­ur við í fjør. Inntøkan í ár var 22.105 krónur meiri. Í ár var hon 2,068 milliónir krón­ur, og í fjør var hon 2,046 milliónir krónur.
Størsta lutfalsliga aft­ur­gongd­in var í Hovs komm­unu. Har komu fyrstu ellivu mán­að­ir­nar í ár 8,61 prosent minni inn í skatti enn í fjør. Tað svarar til 260.020 krón­ur. Í fjør komu 3,021 milliónir inn, og í ár var upphæddin 2,761 milliónir krónur.
Í krónum var aft­ur­gongd­in størst í Hvalba. Har var fyr­i­bils­skatt­a­innt­øka­n fram til og við november í ár 711.862 krónur minni, enn hon var tað í fjør. Tað er ein aft­ur­gongd upp á -4,35 pros­ent. Í fjør var inntøkan 16,374 mill­i­ón­ir krónur, og í ár var hon 15,662 milliónir krón­ur.
Í Vági komu 257.859 krón­ur minni inn í fyribilsskatti fyrstu ellivu mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Aft­ur­gongd­in svarar til -0,81 pro­sent. Skatt­ur­in í fjør var 31,942 mill­i­ónir krónur, og í ár var hann 31,685 milliónir krónur.
Í Porkeri var skatt­a­inn­tøk­an fram til og við nov­em­ber í ár 63.205 krónur minni enn sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til -0,85 pro­sent. Í fjør var inntøkan 7,476 milliónir krónur, og í ár var hon 7,413 milliónir krón­ur.
Í november hilnaðist inn­tøka­n­sera væl hjá Pork­e­ris, Hovs og Hvalbiar komm­un­um. Henda mánaðin var vøkst­urin hjá hes­um komm­­un­­­unum sa­m­­mett við november í fjør á­vik­a­víst 15,47 pro­sent, 10,60 prosent og 10,06 prosent. Í krónum svar­ar hetta til 102.675 krón­ur í Porkeri, 26.682 krónur í Hovi og 141.085 krónur í Hvalba. Í Sumba var vøkst­ur­in í november 4,84 pro­s­ent ella 27.1323 krónur, og á Tvøroyri var vøksturin í nov­ember 95.100 krónur ella 2,41 prosent.
Í Fámjin og í Vági var skatta­inn­tøk­an í november minni, enn hon var tað í sama mánað í fjør. Í Fámjin var minniinntøkan -14,25 prosent ella -33.695 krón­ur, og í Vági var hon –9,01 prosent ella -247.683 krón­ur.