Minni vøkstur og størri arbeiðsloysi

Danska fíggjarlógaruppskotið fyri 2009 er merkt av, at framburðurin í búskapinum steðgar Danska stjórnin hevur í dag almannakunngjørt uppskotið til fíggjarlóg fyri 2009, og sambært viðmerkjarum er uppskotið merkt av, at ferðin er um at fara av búskapinum.

Stjórnin sigur, at hon fer at veita skattalætta næsta ár, men samstundis verður sagt, at eitt uppskot um tvungna pensjónsuppsparing kemur eisini næsta ár. Uppsparingin verður eitt prosent av lønini.

Í viðmnerkingum til uppskotið væntar stjórnin, at 15.000 danir fara at missa arbeiðið næsta ár, so talið á arbeiðsleysum kemur upp í 64.000. Stjórnin væntar, at búskaparvøksturin verður eitt hálvt prosent næsta ár, og at húsavirðið fer at fella.

Okkurt jaligt er í uppskotinum. Eitt nú væntar stjórnin at fáa 41,5 milliardir krónur burtur úr oljuni í Norðsjónum næsta ár. Tað er átta milliardir meiri, enn ein meting fyrr í ár segði.