Minnilutin í Tórshavnar býráð hevur nú sent kommunala eftirlitinum rykkara eftir svari upp á klaguna, sum minnilutin sendi tann 2. mai.
Orsøkin til kæruna er viðgerðin av málinum um graslíkisvøll í Gundadali og á Argjum.
Seinast í apríl kom meirilutin í býráðnum í minniluta, tá fólkafloksmenninir Ingi Mohr og Páll Petersen atkvøddu saman við andstøðuni. Úrslitið av hesum var, at samtykt var at keypa graslíkisvøllir frá Føroya Møblasølu. Meirilutin ynskti at keypa vøllirnar frá Osvaldi Simonsen, sum hevði eitt tilboð, sum var umleið 1,4 millión lægri.
Úrslitið av hesum var, at samgongan misti meirilutan og at Fólkaflokkurin í býráðnum fór í tvíningar. Kortini broytti fólkafloksmaðurin Páll Petersen hugsan, og gav samgonguni stuðul sín aftur. Nú hevði samgongan 7 býráðslimir og andstøðan 6. Ingi Mohr boðaði frá, at hann segði seg úr Fólkaflokkinum og stuðlar hann nú andstøðuni í Tórshavnar býráð.
Tá nú samgongan fekk meirilutan aftur, var samtyktin um at keypa graslíki frá Føroya Møblasølu broytt, og nú var samtykt at taka av lægra tilboðnum frá Osvaldi Simonsen.
Tað er hesa avgerð, minnilutin hevur kært. Men samstundis bað millilutin eisini um eitt responsum um, hvørt tað bar til at skipa býráðsnevndirnar av nýggjum. Hesum hevur kommunala eftirlitið svarað, og eru nevndirnar skipaðar av nýggjum.
? Vit halda tað verið eitt sindur løgið, at kommunala eftirlitið ikki eisini kann viðgera hesa kæruna, tí vandi er fyri, at hetta skapar presedens, sigur Lisbeth L. Petrsen, sum er bangin fyri, at hetta kann føra til, at býráðslimir kunnu krevja mál fyri aftur býráðið uttan nevndarviðgerð, um henda mannagongd verður góðtikin