Áminning frá jólamonnunum í Havn

Jólatrø, jólastjørnur, jólaljós, jólagávur, jólaaftan, jólafriður, jólafrí, jólabýur, jólagøta, jólahýri, jólahugni, jólahjørtur, jólaskip&. ja og so jólamenn
Tað var tað, eg skuldi minnast til - at siga frá, at leygardagin 17. desember kemur jólaskipið til Havnar við jólamonnunum. Tí nú er tíðin komin, at øll skulu stákast tað seinasta til jóla og keypa seinastu gávurnar. Vit jólamenn eru næstan lidnir at stákast og fara tí at taka okkum av løttum og vitja Havnina og heilsa uppá gamlar kenningar og nýggjar vinir, ung og gomul.
Vit hava hoyrt, at Havnin er pyntað sum ongantíð fyrr, og tí hava vit sent boð eftir jólaskipinum, sum liggur við jólaperum niðri í Vágsbotni, klárt at fara eftir okkum.
Skiparin sigur, at vit skulu skunda okkum at koma, tí annars klára vit ikki at síggja jólagøtuna úti á Reyni, og tað hevði verið spell, heldur hann.
So nú leygardagin kl. 15 koma vit í Vágsbotn, og tá hava vit eina heila viku at vitja í miðbýnum, og sum vanligt fara vit at lurta eftir tónleikinum og sanginum. Vónandi verða tað aftur í ár ungfólk í gongugøtuni, ið selja kakao og bollar ella okkurt líknandi, so vit kunnu fáa ein heitan munn.
Jú, tað er hugnaligt í Havn, og úr miðbýnum fara vit at bjóða øllum vælkomnum, og vóna at vit fáa eina hugnaliga løta saman, og tíð at steðga á, heilsa uppá vinir og kenningar og lata jólagleðina og friðin fella yvir okkum.