Tórbjørn Jacobsen
----------------
Vit vita, at deyðin áhaldandi er í hølunum á okkum, og at foldarlívið er avmált. At vit hvør í sær ikki eru annað enn eitt lítið ljósblunk í gigantiska kosmiska ljóshavinum, ein løðarsteinur av mongum, sum slektirnar skulu ganga um, men ofta tykist tað okkum sum, at rationaliteturin svíkur hjá Honum, ið øllum valdar. Sum at ólag er á sjuntinum, ið stjórnar lívi og deyða. Tað kennist í øllum førum ørkemlandi fyri okkum vanligu deyðiligu, at deyðin so brádliga skal taka jarðiska lívið frá einum hálvthundrað ára gomlum manni, júst sum hann stendur í sínum blomstrandi gerandis gerningi og yrki.
Deyðsboðini av skyldmanninum Andreasi komu í hvussu er sum snarljós av heiðum himni. Ikki so frætt at eg vitsti, at nakað var áfatt, hóast bara fáir dagar eru gingnir síðan vit seinast tosaðu saman í telefonini. Tann dagin var hann hin sami bragdligi og fryntligi maðurin, sum vit kendu, og ørindini vóru at spyrja fyri onkadóttrina Marjuna, um eg kundi hjálpa henni við eini samrøðu, nú hon skuldi gera søguliga høvuðsuppgávu á miðnámsskúlanum, um politikk, - við serligum atliti til tjóðskaparrørsluna og Tjóðveldisflokkin. Vit hittust á Havnarskrivstovuni, og ríðin av spurningum avdúkaði beinanvegin, at hon var væl kálvfødd í evninum. Havi skilt, at tað gekst henni heilt væl, tað frætti eg frá ommuni, men tað kann kanska tykjast lítisvert í hesum døgum, nú pápin er farin um sýnuna alt ov ungur.
Nær er slektað. Eri trímenningur við tey bæði, Andreas og Poulu, úr hvør síni ætt. Hetta kemst av, at mamma er systkinabarn við pápar teirra Páll og Reinhold. Hóast strongurin er ymiskur, gongur leiðin aftur til eitt samankók í jørðildinum millum Áirnar í Syðrugøtu. Fyri oman Oyruna og í Úti Guttastovu.
Andreas var sonur Margith og Páll Poulsen. Hon er av Toftum og Páll var undan Gøtueiði. Tey settust niður undir Eiðinum, og har traðkaði Andreas sínar barnaskógvar. Hann mundi vera um fýra ára aldur, táið foreldrini keyptu húsini hjá Einari Tróndargjógv, oman fyri Toftina og fram við Júksnará. Har byrjaði av álvara eitt margfalt og litfagurt lív. Eitt lív í støðugari framsøkn, ein ferð, har tað altíð varð miðað eftir ítøkiligum málum.
Andreas gekk barnaskúlan yviri við Gjógv – Gøtugjógv – og síðani fór hann ta meiri ella minni obligatorisku leiðina til Fuglafjarðar fyri at røkka framhaldsprógvi. Eftir tað hevur hann roynt hvørt av sínum. M.a. var hann kranaførari á Skála, var til skips við ”Sjúrði Tollakssyni”, táið gøtumenn royndu seg í uppsjóvarvinnuni í Senegal, og ílegutreytað, hevði eg nær sagt, hevur hann sjálvsagt roynt seg í broytum, bulldozarum og gravkúm. Tað kjálkaðist líka sum uppi á honum, at akfør skuldu gerast ein týðandi partur av lívi hansara.
Langabbi okkara Poul Kristoffur Poulsen, sum gekk burtur undir krígnum, suður úr Borðoyarnesi, var fyrsti bilstjórin í Gøtu. Kommunan keypti ein bil í 1926, og seinri átti hann bilar sjálvur. Hann fekst m.a. við at flyta post ímillum bygdir. Sonurin Andreas, ið búsettist hinumegin Eiði, legði á sama bógvin við egnum bilum, og sonurin Páll tók yvir, táið hann var komin til mans. Viðurskiftini í postverkinum broyttust sum vera mann, flutningurin varð umskipaður, og stovnurin tók sjálvur yvir, á sama hátt sum eitt nú Strandferðslan, áðrenn aftur varð farið undir at liberalisera ella útlisitera, sum tað so flott eitur á nútíðarmáli.
Áðrenn Andreas fór undir egið virki, var hann virkin á ymsan hátt. At vera álitismaður í vinnu var honum ikki nógmikið, framfýsni og samfelagsmedvit gjørdu hann eisini áhugaðan í politikki og ikki minst fakfelagspolitikki. Sum slíkur gjørdist hann landskendur, táið stóra verkfallið var í áttatiárunum. Øll minnast myndirnar á skíggjanum, tá sýslumaðurin í Eysturoynni, Frimod Joensen, troppaði upp á havnarlagnum í Norðragøtu, og vildi hitta formannin í Gøtu Arbeiðarafelag. Tá trein ein bræsin unglingi fram úr rúgvuni, jarpur í hárferðini, og hann lá ikki omaná, hvør ið hann var, og hvør ið hansara støða var í konfliktini. Hann vardi áhugamálini hjá arbeiðarafjøldini. Hann brendi ígjøgnum skíggjan. Í eftirsjónini má sigast, at júst hendan myndin avdúkaði hvussu paradoksal hin politiska støðan er í Føroyum. Har stóðu tveir tjóðveldismenn andlit til andlits. Í hvør sínari professión, annar í løgreglubúna umboðandi danska politivaldið í Føroyum, og hin verji hjá øðrum partinum í eini ósemju á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hendan partin av lívinum hevði hann heldur ikki frá fremmandum. Ommubeiggi mín og abbabeiggi hansara, Óli Poulsen, sum gekk burtur undir seinru stríðsárunum, varð tikin av sosialistisku hugsjónini og var íðin fakfelagsmaður. Mær er annars sagt, at Andreas var ein sera konstruktivur fakfelagsbossur. Táið gøtumenn royndu at fóta sær aftur í uppsjóvarvinnuni, legði arbeiðarafelagið, undir hansara leiðslu, rygg til. Fíggjarliga. Tað er eisini ein partur av søguni um upp á seg fremstu vinnulívsbygdina í Føroyum.
Tað ber næstan ikki til at beskriva, at lýsa út í æsir, hvønn kolossalan týdning ítrótturin, serliga fótbólturin, hevur havt fyri bygdasamfelagið í Gøtu. Í mínum uppvøkstri í fimmti- og fyrra partin av sekstiárunum var kappróðurin alfa og omega. Hondbólturin mentist, meðan fótbólturin at kalla var ein viðfáningur, á sama hátt sum aðrar staðir í oynni. Um hetta mótið verður farið undir hitt nú so kenda stadion í Sarpigerði, og tey flestu kenna søguna haðani.
Andreas var so heppin, at hann gjørdist partur av hesi flóðaldu, sum í avgerðandi mun hevur verið savningarmegin hjá gøtufólki. Veruliga grundstøðið varð lagt í sjeytiárunum, tá hin legendariski vestmannaoyingurin, Gisli, við militerari disiplin og presisión fór undir at venja nakrar ungar gøtudreingir í knattspyrnuleiki, sum hann sjálvur vildi tikið til. Ein fremmandur maður var komin til bygdar, og hann kollvelti øllum við strongum íslendskum vilja, aga og óræddari framsøkn. Hugtakið konditión var eitt sindur fremmant í fótbóltshugnanum, sum hevði verið, nú tuskaðu menn niðan á fjøllini og omanaftur, men úrslitini komu skjótari enn nakar hevði væntað. Longu í 1976 og 1977 vunnu nakrir ungir gøtudreingir føroyameistaraskapin og steypakappingina í unglingadeildini. Í 1979 vunnu teir aðru deild og longu í 1983 lógu teir ovastir í bestu deildini. GÍ var nú eitt felag, ið hevði sett seg í respekt í føroyska fótbóltsheiminum.
Andreas var við í hesum. Og serliga minnisrík mundi ferðin til Íslands í 1976 vera hjá hesum tannáringum. Gisli fór við teimum allan vegin út í Oyggjarnar. Á sjálvari tjóðarhátíðini hjá frændunum fyri vestan leiktu teir ímóti unglingunum hjá ÍBV. Sjóverkurin hevði hertikið fleiri teirra á ferjuferðini, somikið, at teir spýðu á vøllinum, tí gekst heldur striltið í fyrra hálvleki, men hann makaði í seinra hálvleiki, og við dystarlok høvdu teir kneykrað ÍBV við tveimum málum ímóti einum. Á hesi ferðini hittu teir eisini hin blídliga Kolbein, skyldmann okkara, sum er búsettur í Oyggjunum. Hann er sonur hin fyrr nevnda Óla Poulsen, ofta róptur Óli Prest ímillum manna.
Seinri gjørdist Andreas ein kendur linjuverji og dómari. Íðin tók hann lut í tí organisatoriska arbeiðnum, og hann gjørdist seinasti formaðurin í gitna felagnum GÍ. Harvið var hann í broddi fylkingar, táið gøtumenn og leirvíkingar kastaðu fótbóltspjøkarnar saman í felagnum ”Víkingur”, sum hevur heimavøll á hinum eftirhondini traditiónsríka vøllinum í Sarpigerði.
Andreas hevði mong áhugamál, men seinastu mongu árini hevur hann bygt upp sítt egna virki. Á ein hátt var hann rættiliga klassiskur í valinum, og tó, hann byrjaði frá botni av, við egnari megi, og við ómetaliga góðari hjálp frá konuni Poulu, hevur hann hesini árini fingið í lag eina fyritøku, sum hevur ein stóran flota av bussum koyrandi eftir føroysku vegunum og uttanlanda við, táið tað krevst. Tey hava verið kend fyri góða tænastu, vinskipiligheit og laðaligheit. Viðskiftafólk teirra, sum eg havi tosað við, taka til, hvussu einastandandi servisan hevur verið, har hava ongir lepar hingið uppi við nakra staðni. Andreas var altíð tøkur hjá øllum, sum høvdu boð eftir honum, og tað man mangan hava verið strævið. Ómetaliga stríggið. At reka egna fyritøku í framsøkn er ikki hvørsmansføri, tað krevur og terur. Mannalikamið hevur eisini síni mørk, men í stóra ljóshavinum hevur tíðarmálið kanska ikki so stóran týdning, tað er heldur og meira ein spurningur um hvør tín lutur var í menningini framá, - til frama fyri tey ið eftir koma. Tað má hava verið eitt spennandi og magnríkt lív í hálvthundrað ár, at vera farin ígjøgnum allan strongin frá fakfelagsbossi til arbeiðsgevara, og eisini tað megnaði tú. Við egnari megi og góðari hjálp frá fjølskylduni, sum altíð bakkaði upp og akslaði skinn síni við tær og tínum áhugamálum.
Góði Andreas, í so máta lá tín partur ikki eftir. Tín ferðmikli fasongur, títt stutta og lítið ímynta fjús, títt óvanliga skemtingarsama lyndi og títt sjarmerandi vesin hevur verið av slíkum slagi, at tað rúmaði einum yvirskoti, sum var øðrum til fjálganar og nyttu. Ei dáni í, at tað fór ein ísakaldur gjóstur ígjøgnum bygdina, hendan dagin, táið feigdin gjørdi um seg og deyðsboðini komu úr Keypmannahavn. Tey eru so fá, hesi menniskjuni, vegararnir, sum brúka orkuna á tamb, í ríkiligt mát, - til annað enn bara sín egna eksistens. Uppdriftin var so øgilig. Kærleikin til bygdina, samfelagið og tjóðina logaði so bjartur uppi við hjarta og heila tínum. Gapandi tóma gjógvin, sum nú stendur eftir tær í bygdasamfelagnum í Gøtu, fyllist ikki aftur í bræði. Meinast rakar tín bráði deyði Poulu og børnini og mammu tína Margith, sum hevur verið mær so góð í ávikum í mínum politiska starvi, á sama hátt sum pápi tín, fyri tað. Og tað var nú løgið, táið tað nú skuldi henda, at tú alt ov ungur var tikin frá okkum, at tú lát lívið á degnum – 21. januar – júst átta ár eftir at pápi tín fór higani. Mátti hin góði Guð hjálpt og staðið tær við lið á ferðini heim til fedrarnar, ið undan eru farnir, og mátti Hann á sama hátt troysta og styðja tykkum uppi í Tungu, ið eftir sita í ovurstóra sakninum. Soleiðis er tá deyðin virksamur í okkum, men lívið í tykkum.
Hvíl í friði og farvæl kæri frændi.