Minningarhald fyri sjólatnar føroyingar undir krígnum

Fiskimannafelagið upplýsir, at umleið 200 føroyskir sjómenn fórust av krígsávum undir øðrum heimsbardaga.

Í hesum døgum eru 70 ár liðin, síðani annar heimsbardagi endaði. Júst neyvi dagurin er ymiskur frá staði til stað, men í hesum sambandi vóru minningarhald hildin ymsar staðir í Onglandi í gjár.

 

Í St. Nicholas dómkirkjuni í Newcastle varð skipað fyri minningargudstænastu fyri teimum føroysku og donsku sjófólkunum, ið fórust undir krígnum.

 

Fiskimannafelagið upplýsir, at umleið 200 føroyskir sjómenn fórust av krígsávum undir øðrum heimsbardaga, og føroysk umboð eru altíð boðin við, tá tann danska kirkjan í Newcastle skipar fyri minningarhaldum í sambandi við kríggið.

 

- Fleiri føroyingar vórðu bodnir við, og fyri almennu Føroyar og føroysku kirkjuna tóku ávikavist Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Uni Næs, dómpróstur, lut í minningarhaldinum, skrivar Fiskimannafelagið á heimasíðu síni.

 

Í dómkirkjuni var minningargudstænasta, har Torben Elmbæk Jørgensen, sum er danskur sjómansprestur í Hull og Newcastle, prædikaði, og um kvøldið var skipað fyri borðhaldið, har millum onnur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, helt eina røðu.

 

- Kríggið var ein ræðulig tíð, ið kostaði føroyingum nógv mannalív og vanlagnur, men løgmaður greiddi frá, at eisini í friðartíð hevur havið verið eitt vandamikið arbeiðspláss hjá føroyingum. Síðani 1900 eru umleið 1000 føroyingar farnir á sjónum, greiddi Kaj Leo Johannesen frá, skrivar Fiskimannafelagið.