Minningarløta fyri Union Jack

Í kvøld verður minningarløta í Vestmanna kirkju fyri at minnast teir sum bjargaðust tá vestmannaskipið Union Jack var skotið niður í 1940. Í sambandi við at 70 ár eru liðin síðan hendingina, verður minningarløta í Vestmanna kirkju í kvøld kl 19.30 at minnast allar teir sum vóru við Union Jack nummar VN1 hendan lagnudagin undir seinna verðaldarbardaga.

Union Jack varð skotin niður av týskum kavbáti norðan fyri Hebridirnar tann 22. september 1940. Skipið sakk eftir 10 minuttum. Union Jack hevði verið í Vestmannaoyggjunum eftir ísfiski, og var á veg til Skotlands at selja.

Manningin, sum taldi sjey mans, fór í bjargingarbátin og róði til lands. Tað seinasta teir sjey í bjargingarbátinum síggja til Union Jack er Merkið, sum mest sum veittrar teimum farvæl og ynskir teimum góða eydnu. Eftir at hava róð í 36 tímar komu teir í land á Flannan Isles, vunnu upp hús og vórðu bjargaðir.