Minningarorð Hans Jacobsen, Hans á Bakka

f. 29.11.1938, d. 17.12.2011

Tað kennist sera svárt at skriva minningarorð um pápa mín, sum í dag 29. November hevði verðið 74 ára gamal.
Foreldur hansara vóru Johan Hendrik Jacobsen av Glyvrum og Jütta Jacobsen, f. Jørgensen úr Miðvági. Tey vóru 5 systkin, Jóhanna er elst, so kom Hans, síðani Róland, Halgerð og Martin. Nú eru brøðurnir allir tríggir farnir, og einans báðar systrarnar eru eftir. Hans giftist við Oddvør, f. Simonsen úr Heiðunum, og fingu tey saman okkum 5 systkini Regin, Jastrid, Anniku, Birnu og Rógva og síðani eisini 5 svigarbørn. Harafturat eru eisini 14 abba- og ommubørn komin afturat og í ár ein langabba/ommu dóttir.
Uppvøkstur á Glyvrum,
Barnaárini hjá babba vóru á Glyvrum í krígsárunum og beint eftir. Tá vóru ikki nógvir pengar millum fólk og lítið kundi sostatt keypast. Omma dugdi væl við lítlum, og heimið var fult av kærleika og gleði. Omma var eitt lívsstykki, sum vit minnast við gleði. Samanhaldið millum húsini á Bakka var gott. Abbi, Klæmint (Gammi), Martin og hinir brøðurnir vóru sera skemtiligir og lættir av lyndi, og dugdu væl at síggja lívsins góðu síðir. Abbi var svorin avhaldsmaður, losjumaður og kirkjumaður.
Í 1945 tá babba var 7 ára gamal, byrjaði hann í skúlanum á Glyvrum, har Bjarnadal og konan vóru lærarafólk. Skúlin tey nýttu var tann lítli skúlin, sum stendur sunnanfyri Forna, “Gamli skúli” sum vit siga. Har var bara ein lítil stova, og einki annað rúm uttan ein lítil durur. Øll børnini vóru í sama høli frá yngst til elst; soleiðis var tá.
Tað var ikki óvanligt um góðveðursdagar vóru, at børnini fóru tíðliga upp saman við teim vaksnu at hjálpa til at breiða fisk út á fiskastykkinum á Bakka áðrenn tey fóru í skúla. Børnini skuldu vera við, tað var plikt.
Ungdómsár
Liðugur við barnaskúlan fór babba í 1953 á Háskúla í Hornabø, har Marius Johannesen var fyrsti lærari. Aðrir lærarar vóru: Símun av Skari og Sigurd Joensen og Pól Johannes Lindberg. Hetta árið á háskúla hevði stóran týdning fyri babba, og hevur hann ofta sagt mær hvussu gott hetta árið var.
Tá veturin á háskúlanum var liðugur, var babba 15 ár, hetta var í 1954. Neyðugt var at vinna pening fyri at kunna ganga víðari í skúla. Í 1954-1956 hjálpti hann til í Turkihúsinum á Glyvrum. Tað var P/F Ryggur, sum pápin og brøðurnir áttu í felag, sum rak hetta virkið.

Glyvrar eru gomul bygd, og tað var siðvenja í familjuni á Bakka at reka handil. Langabbi hevði rikið handil niðri á Bakka og Meinhard, farbróðurin handlaði eisini eitt skifti í húsunum hjá sær. Babba var greiður yvir, at hann mátti fáa nakað av kunnleika til handilsskap, og tí var avgjørt at fara á handilsháskúla í Danmark.
Sum 17 ára gamal fór hann tí í 1956 á Handilsháskúla á Købmandshvile í Rungsted, við Keypmannahavn. Har lærdi hann grundreglurnar í handilsskapi og bókhaldi, og fekk ástøðiligar førleikar fyri vinnuvirki.
Vaksnamannaárini.
Í juli 1957 kom hann heimaftur til Føroya, og fór at hjálpa til í turkihúsinum, har tey turkaðu fisk.
Tá Babba var 18 ár í 1957 var broyting í vinnuligu viðurskiftunum á Bakka. Turkihúsini høvdu um hetta mundi, sæð sínar bestu dagar. Broyting var í vinnustrukturinum og flakavirkir komu í ymsum bygdum. Virkið á Glyvrum fór av knóranum.
Eftir at vinnuvirksemið varð steðgað á Bakka, fór Johan Hendrik abbi, at byggja hús fyri fólk. Hann hevði arbeitt sum húsasmiður, hevði m.a. verið við at bygt kirkjuna á Glyvrum og í Vági. Babba fór tá saman við pápa sínum at smíða hús. Teir bygdu bæði nýggj sethús og gjørdu ymsar umvælingar.
Hann hevði tó áhaldandi ein dreym um at stovna egi handilsvirki og tá hann bygdi sær sjálvum sethús, bygdi hann samstundis handilshøli í kjallaranum, við góðari hjálp frá pápa sínum og hjálp frá familjuni, serliga Gamma (Klæmint) og Martin pápabeiggjanum. Klárt var at opna handilin í 1959. Babba bygdi eina røð av húsum saman við pápanum hesi næstu árini – eini 10-12 íalt.
Eisini var hann um hetta mundi nógv uppi í losjuarbeiðinum, kappróðrarfelag bleiv stovnað, og av og á vóru boð at sparka fótbólt við Toftamonnum við ”ZIG ZAG”. Ítróttarandin var verandi í honum til tað síðsta.
Vinniliga virksemið
Í 1968 tá babba var 29 ár byrjaði hann saman við brøðrunum Rólant og Martin í smáðum sildaframleiðslu á Bakka. Teir bygdu fyrsta virkisbygningin á Bakka á Glyvrum, og nevndu felagið Bakkafrost. Fólkið við Skálafjørðin hevði nógv við sild at gera – á Bakka var íshúsið bygt í 1912, so sildin kundi kølast út á várið við ísi, sum var tikin omanav ymiskum íshyljum og borin saman í íshúsið. Abbi segði mær, at grótið til íshúsið var fingið til vega úr einum stórum steini, sum lá í bønum á Glyvrum beint sunnanfyri húsini hjá Jóhonnu. Hesin var boraður við hond og sprongdur av langabba, brøðrum hansara og øðrum Glyvramonnum. Í nógv ár hevði eingin sild verið, men í 1967 byrjaði sild at koma aftur á fjørðin.
Í 1972 bygdu teir Bakkafrost munandi út og fóru undir veruliga framleiðslu av liðugvøru úr sild í gløs. Hetta var ein stór íløga. Nótaskipini landaðu nú sild til Bakkafrost, sum var skorin og framleidd til víðari virkingar á Glyvrum.
Vinnuliga virksemið helt fram og tað var bæði viðrák og mótrák. Nógv broyttist á vinnuliga økinum í Føroyum í áttati og nýtiárunum, og hetta merkti eisini vinnuliga virksemið á Bakka. Vit trý systkini Annika, Rógvi og eg sjálvur, fingu høvi at starvast saman við babba á vinnuliga økinum í rættuliga nógv ár.... meðan Jastrid og Birna fóru at starvast innan skúlaøkið. Sjálvur kom eg nakað inn í virksemið í 1982 og so við og við enn meira. Tað untist mær at arbeiða saman við babba í sløk 30 ár.
Babba vísti mær stórt álit. Tað var tíðlja, at hann gav mær ábyrgdir og harvið tók ein vága – eg havi ofta undrast yvir júst hetta. Men tað var nokk hansara máti at læra meg upp – eg fekk pláss at gera feilir, og lærdi av hesum. Haldi hetta var eitt av hansara eyðmerkjum, at duga at geva pláss fyri øðrum og ikki seta seg sjálvan í fokus.
Babba hevði eina sterka trúgv at tað vit settu okkum fyri, megnaðu vit. Mótgongd og niðurløg eru ein partur av ferðini, men hann sannaði, at úr djúpum dølum gongur leiðin oftast uppeftir. Málini vóru altíð høg, og hetta var við at geva góð úrslit. Ein seinasta heilsan frá honum frá sjúkrasongini til okkum var ikki at stúra, men síggja alt tað góða sum vit hava rundan um okkum, og hava havt gjøgnum lívið. Hugsi at tær persónligu relatiónirnar týddu so sera nógv fyri hann – hann hevði nógvar vinir – og tað hevur stóran týdning.
Eg má siga, at eg kenni ongan, sum hevur givið mær so nógv mótspæl sum júst babba. Hann hevur brýnt meg á øllum økjum. Vit báðir kundu tosað um alt. Vit høvdu ongantíð nokk av tíð saman. Allar truplar avgerðir vóru vendar hjá honum, og var tað eitthvørt sum vit skuldu tosa væl ígjøgnum, so fóru vit ein túr, ella sótu einsamallir saman og tosaðu. Vit vóru ikki altíð samdir; men tá vit høvdu tosað saman funnu vit altíð eina loysn, sum vit hildu vera ta røttu.
Seinastu nógvu árini starvaðist babba til dagligt á smoltstøðini yvuri á Glyvradali. Hann tók sær av framleiðsluni av laksasmoltunum. Hann byrjaði at byggja smoltstøðina har yvuri umleið 1995, og bygdi hana út líka fram til tað síðsta. Eins og við mær, so vísti babba eisini Rógva álit, og gav honum ábyrgdina av smoltstøðini. Sostatt hevur Rógvi seinastu 5 árini havt evstu ábyrgdina av smoltstøðini. Teir hava arbeitt enn fleiri ár saman har uppi, og eins og við mær, so hevur samstarvið verið tætt og gott. Tað er ein stórur saknur hjá Rógva, nú babba ikki verður at tosa við um alt. Hann fekst ikki nóg nógv ár saman við honum, her mugu vit ásanna, at vit ikki skilja veg Harrans. Eitt kunnu vit í hvussu so er staðfesta, tað er at vit hava havt ein góðan lærumeistara, sum hevur lagt okkum eina við at síggja møguleikarnar, fokusera uppá tað góða, og lata tað fara sum ikki byggir upp.
Gjøgnum sítt vinnuliga lív haldi eg man kann siga at babba var ein undangongumaður, ein pionerur við nógvum visiónum - hann var ikki bangin at royna nýggjar leiðir. Hann kom eisini at hava fleiri álitispostar, hann var m.a. við í býráðnum í Runavíkar Kommunu í 12 ár, og var formaður fyri Eysturoyar Røktar- & Ellisheimi frá byrjan í 1980 fram til einaferð í nýtiárunum eisini eftir at hann var farin úr býráðnum. Hann var í Havbúnaðarfelagnum í mong ár, bæði sum nevndarlimur og formaður.
Babba var stjóri í Bakkafrost frá byrjan og fram til 1990, og síðani nevndarformaður til 2007. Hann helt tó fram í nevndini til 2010, men var í valnevndini fram til hann doyði. Seinasti fundur har var bert fáar vikur áðrenn hann doyði, har hann skrivaði undir fundarfrásøgn fyri seinastu ferð. Tá var tað komandi aðalfundur og nevndarval í 2012 sum var viðgjørt.
Babba og mamma
Babba greiddi frá, at hann sá eina so sera vakra gentu, sum hann bleiv skotin í og at hann ynskti sær hesa gentu. Tað rann saman millum tey bæði og tá mamma fylti 70 ár leygardagin 17. Desember 2011, fekk hon ein sang frá babba um morgunin. Hóast hann var so sera veikur seinastu vikuna – so mikið veikur, at hann nóg illa megnaði at sita í songini - so skrivaði hann náttina til hósdagin sang við 12 ørindum til mammu. Í sanginum lýsir hann so gott hvussu hann sum ungur drongur “leitaði, royndi at hóma at finna sín fagra juvel”. Tey gifturst mikudagin 14 Apríl 1965. Tey vóru vígd í kirkjuni á Glyvrum henda góðveðursdagin í apríl. Uttanfyri spældi hornorkestrið hjá Nes sóknar musikfelag, har babba sjálvur spældi við. Babba og mamma vóru so sera góð við hvønn annan, og babba man hava yrkt mammu líka nógvar kærleikssangir, sum árini vóru blivin. Kærleikin millum tey, til børnini, svigarbørn og abba- og ommubørnini hevur verið í yvirflóð.

Seinasta ørindi í sanginum skrivaði babba dagin fyri hann andaðist, har sigur hann:
Takk Oddvør alt tú hevur givið
til mín og øll okkara her.
Í trúfesti alt fram var drivið
takk, takk fyri lívsgóða ferð.

Hetta at fáa øll ørindi at ríma var nakað sum lá sera væl fyri hjá honum, og sum hann gekk høgt uppí. Hann spældi sær við orðunum, og hevði eitt sera stórt orðaúrval.

Ikki grunaði tað meg, tá hann vísti mær sangin fríggjakvøldið, at hetta var seinasta løtan vit báðir fingu saman. Hann var so sera spentur at vera við, tá vit skuldu syngja sangin fyri mammu leygardagin, men hann náddi ikki at vera við til løtuna, sum vit høvdu fyriskipa kl. 15 tá vit skuldu vera saman á uppihaldsstovuni á deild 7 á Landssjúkrahúsinum. Hann vísti mær sangin og spurdi hvat eg helt um hann. Eg fekk ikki svara honum beinanvegin, tí eg gjørdist so rørdur av at lesa hann; men eg segði honum at eg helt at sangurin var sera góður og væl orðaður – og at mamma fór at vera glað fyri hann.

Babba fór heim til okkara Himmalska faðir beint tá vit komu leygardagin kl. 15. Mamma var saman við honum alla tíðina á sjúkrahúsinum í seinastu vikuna – hon fór ongantíð frá hansara síðu. Leygardagin var hann viknaður so sera nógv. Hann hugdi áhaldandi at klokkuni og mundi gruna at tað var um reppi at hann náddi at vera við til løtuna tá vit skuldu vera saman at hátíðarhalda dagin fyri mammu, men umhugsin sum altíð, hevði hann avgreitt føðingardagsgávuna og fekk givið henni hana um morgunin. Tá hon hevði fingið gávuna segði hann við menninar sum lógu á somu stovu: “Hetta er kona mín, hon fyllir 70 ídag, er hon ikki vøkur?”

Babba og andliga lívið
Sjálvt um tann vinnuligi parturin fylti nógv í okkara dagligdegi, so var tað andaliga avgerandi grundarlagið heilt síðani babba tók við trúgv sum ungur drongur. Eisini á hesum øki hevur hann verið sera virkin bæði innan Fólkakirkjuna og Kelduna í Skálafirði.
Heimið hevur altíð verið merkt av Guðsótta og Bíblian hevur altíð verið ein náttúrligur partur av daglidegnum, og mugu vit ásanna at vit hava mist ein av okkara størstu forbiðjarum, sum bað fyri okkum hvønn dag, og nevndi øll við navni, bæði børn, svigar- og abbabørn.
Sum børn kunnu vit minnast løturnar sunnudagar, tá babba læs úr Bíbliuni og vit bóðu saman. Vit lærdu týdningin av at koma í Guds hús saman við Guds børnum. Foreldur okkara lærdu okkum ígjøgnum teirra lív at kenna Jesus og hetta eru vit sera takksom fyri. Hetta er ein dýrgripur ið vit fingu frá okkara foreldrum, sum ber inn í tað æviga lívið.
Mamma, tú og babba hava altíð verið góð í ráðum – tað takka vit tykkum fyri. Tit lærdu okkum um Jesus. Tit góðu okkum okkara barnatrúgv. Tit tóku ábyrgd bæði andliga og tímiliga, og vóru við at forma og menna okkum.


Takk babba fyri kærleikan
tú vísti okkum sera væl.
Við tíni hond og umsorgan
So signað eru vit og sæl
Eitt ríkt og signað lív ein fær
ið Harran óttast, livir nær.
Av sonnum sigast kann um teg,
at lyftið ognaði tú tær
------------
Regin