Ísland: Bandero setti skip og manning í vanda

Manningin á mótmælisskipinum Bandero setti bæði íslendskar sjómenn og manning í vanda, tá skipið noktaði at steðga og sýndi mótstøðu móti íslendsku Landhelgisgæsluni.

Íslendska Sjóverjan sigur, at manningin á Bandero noktaði at steðga og setti bæði sjóferðslutrygdina og manning í vanda, áðrenn serútbúnir menn tóku ræði á skipinum. (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)

Tað sigur stjórin í Sjóverjuni, Georg Lárusson, við mbl.is.

 

Sambært honum hevði Sjóverjan fingið fráboðan um, at Bandero var komið inn um 12 fjórðingamarkið og hevði framt hóttandi atburð móti íslendskum hvalaveiðuskipi.

 

Tá skipið fleiri ferðir varð biðið um at steðga og svara kallunum frá Sjóverjuni, noktaði manningin.

 

– Teir sýndu mótstøðu. Teir noktaðu at minka ferðina og hildu fram við fullari ferð. Tað gjørdi tað vandamikið hjá okkara monnum og løgregluni at fara umborð, sigur Georg Lárusson.

 

Hann samanber sjálva atsóknina við ein James Bond-film.

 

– Tað var næstan sum í einum James Bond-filmi. Men átakið eydnaðist væl, og serútbúnir menn hjá Sjóverjuni og íslendsku serløgregluni tóku ræði á skipinum, sigur hann.

 

Sambært stjóranum royndi Bandero tvær ferðir at tveita trossar í skrúvuna á hvalaveiðuskipinum Hvalur 9, nakað sum kundi havt fingið álvarsligar avleiðingar.

 

– Hetta er sera álvarsamt úti á opnum havi, sigur Georg Lárusson.

 

Sjóverjan sigur eisini, at manningin á Bandero ikki upplýsti, hvar skipið var statt, hóast myndugleikarnir royndu at fáa samband við tað.

 

Øll 19, sum vóru umborð, eru framvegis í varðhaldi á skipinum í Sundahavn í Reykjavík. Sambært Georg Lárussyni er væntandi, at málið ikki verður liðugt viðgjørt fyrr enn eftir vikuskiftið, tí íslendskir myndugleikar hava avmarkaða manning í sambandi við summarfrítíðina.

 

Íslendska Sjóverjan sigur, at manningin á Bandero noktaði at steðga og setti bæði sjóferðslutrygdina og manning í vanda, áðrenn serútbúnir menn tóku ræði á skipinum. (Mynd: Captain Paul Watson Foundation)