Einans 58 dagar er tað sum skilir ímillum tíðina, har vit høvdu báðar abbar okkara hjá okkum, til báðir høvdu lagt árarnar inn. Fyri okkum abbabørn hava abbarnir báðir havt stóran týdning, og vit hava havt nógvar serligar, læruríkar og stuttligar løtur saman við teimum, og sjálvandi eisini meira álvarssamar løtur.
Hóast at tað í eina tíð hevur staðið okkum greitt, at tann tíð sum var máld út til báðar abbar okkara her á fold var um at verða farin, og vit tí ikki vóru ófyrireikaði, so hevur tað ikki gjørt sorgina og saknin nakað lættari at bera.
Vakri sálmurin »Slættasti sjógvur og brattastu bylgjur« varð sungin í kirkjuni til jarðarferðina hjá báðum abbunum, og hann hóskaði væl til báðar, sum høvdu havt sjógvin sum lívsstarv sítt.
Longu sum ungir krossaðust vegir teirra tá teir vóru til skips saman, og knýttu teir tá lívlangt vinarband. Lagnan vildi tað eisini soleiðis, at vegir teirra aftur krossaðust seinni í lívinum, tá tvey av børnum teirra - foreldur okkara - funnu saman.
Fyri okkum vóru abbi í Sandavági og abbi í Sørvági hvør á sín hátt nakað serligt. Og at teir eisini í eygunum á øðrum, sum kendu teir áðrenn okkara tíð, vóru serligir, hava vit mangan hoyrt.
Abbi í Sandavági var næstelstur av 6 systkjum. Bert 13 ára gamal fór abbi í 1935 til prest at biðja um at blíva fermdur, so hann kundi sleppa til skips. Sum bert 20 ára gamal fór abbi á skiparaskúla, og sum 23 ára gamal hevði hann tikið skiparaprógv, og fekk beinanvegin skip at føra - "Royndina Fríðu" úr Sandavági. Neyðugt var við serloyvi til tann bert 23 ára gamla skiparan, sum eftir tá galdandi reglum var ov ungur at verða skipari. Seinni í lívinum tók abbi lut í undangonguarbeiðinum við rækjuveiðu á opnum havi og við at menna eina føroyska rækjuvinnu. Umframt at verða ein av lyklapersónunum í felagnum sum átti "Høgafoss", keypti hann saman við ørðum eisini egið rækjuskip.
Og tað er eisini soleiðis vit minnast abba í Sandavági. Alt hansara lív snúði seg um fiskiskap, og hann sat mangan hugsunarsamur og grundaði yvir hvussu nú best kundi fáast burturúr hesum ella hasum fiskiskapinum til gagns fyri manning, land og skip, í nevndu raðfylgju. Og hann nýtti eisini eitthvørt høvi til at læra okkum meira um fiskivinnu, antin við at fortelja okkum søgur frá síni tíð á sjónum, ella við at takað okkum við oman á kaiuna at hyggja at ymsu fiskasløgunum, tá bátar lógu og landaðu. Og mangan tók hann okkum við at fiska seið á Oyrargjógv, har hann stillisliga smíltist tá veiðuhugurin fekk yvirtakið á okkum, og vit royndu at syfta so nógvar seiðir sum møguligt.
Abbi var so sera góður við øll síni abbabørn, og vit fingu okkara ríkiliga lut av hansara góða barnalyndi. Hann gav sær altíð stundir til abbabørnini, og hansara stillisliga lyndi gjørdi, at vit altíð kendu eitt serligt slag av tryggleika tá vit komu at vitja hann og ommu í Sandavági í hugnaliga heiminum á Plógv, har tey altíð høvdu matin standandi kláran til okkara tá vit komu.
Sjúka fór av álvara at merkja abba í Sandavági og abba í Sørvági um somu tíð, og tann 12. juli var tímaglasi hjá abba í Sandavági runnið.
Abbi í Sørvági var tann 8. av 12 systkjum. Sum tannáringur upplivdi abbi í Sørvági tí serligu tíðina sum 2. heimsbardagi førdi við sær til Sørvágs, og hann hevur mangan fortalt okkum søgur frá hesi tíðini. M.a. tá hann og ein vinmaður goymdu seg undir kaiuni í Sørvági tá eitt týskt flogfar bumbaði har 1. okt. 1941, og hvussu flogfari skjeyt eftir teimum tá teir fóru at renna til hús. Abbi í Sørvági var ein ógvuliga opin og fyrikomandi maður, og tað tók honum ikki langa tíð at gerast vinur við fleiri av bretsku hermonnunum. Hann var nógv saman við teimum, og arbeiddi eisini til tíðir hjá teimum.
Abbi í Sørvági dámdi væl at royna nakað nýtt, og hann var fleiri ferðir til skips við útlendskum skipum - bæði í Íslandi og Noregi. Hann silgdi eisini í nógv ár við "Jegvan Elias Thomsen" við abba í Sandavági sum skipara, og við "Vesturvón, umframt øðrum føroyskum skipum. Abbi í Sørvági hevði eisini fleiri ferðir egnan lastbil og útróðrarbát. Saman við ommu bygdi og rak hann eisini kaffistovuna Úti á Bakka í Sørvági í nøkur ár.
Honum dámdi væl at ganga túrar, og hann fór mangan ein sunnudagstúrin út í Selvíkar ella niðan á Egg, og tað var næstan ikki dagur har hann ikki fór ein túr út á Bakka ella heim á Pálsoyruna at fáa eitt prát.
Eisini abbi í Sørvági var so sera góður við okkum abbabørn, og tað var bókstaviliga við víðopnum ørmum og einum stórum smíli hann tók ímóti okkum tá vit komu á vitjan í heiminum hjá ommu og honum úti í Geilini, har áin og hagin eru nærmastu grannar. Og hann var skjótur upp á loft eftir góðgæti, sum hann altíð goymdi til okkara. Abbi í Sørvági var sera væl fyri hóast høgan aldur, til hann um jóltíðir í fjør fekk álvarssama sjúku. Men hann gav ikki upp, og hann gleddi seg í langa tíð til at fara eftir havhestaungum við pápa og okkum abbasynum. Men soleiðis skuldi tó ikki verða, tá tá tann tíðin kom vóru kreftirnar gingnar undan.
Í okkara barnaeygum segði ella gjørdi abbi altíð okkurt stuttligt ella spesielt, og satt at siga hevur bæði byrjanin og endin á jarðarlívið hansara styrkt okkum í fatanini at abbi var spesiellur, tí nú tímaglas hansara var runni út, var tað á júst sama ársdegi og sama vikudegi sum hann var føddur - týsdag 7. september.
Báðir abbar okkara eru nógv saknaðir av okkum og restini av familjuni, og ikki minst av ommu í Sandavági og av ommu í Sørvági. Fyri okkum vóru báðir abbarnir nakað serligt og fyrimyndir, sum vit bert hava góð minnir um frá okkara barnaárum.
Við orðunum í einum øðrum sálma sum sungin var til jarðarferðina hjá báðum abbunum fara vit at lýsa frið yvir minni um abbar okkara.
"Tú fylgdi mær fyrst, tá í vøggu eg lá,
og so tá eg stetlaði gólvinum á,
og síðan tá omma meg tók á sítt knæ
og lærdi meg har fyrstu bøn ið eg bað".
Abbabørnini á Bóndaheygi í Havn