Minningarorð um Báru Jespersen Olsen

Fødd 8. desembur 1999- deyð 13.februar 2007

Eitt klams við portrinum, nøkur blíð orð til Bob,  og so opnaði hon úthurðina. Sum vársólin, ið kastar sínar heitu geislar inn í hvønn krók, fylti hon rúmini har hon kom. Hon var upptikin av at taka til sín og gleðast yvir alt sum var rundanum hana.  Og fyri Guds smáu skapningum, tey ómælandu dýrini, hevði hon størstu virðing og kærleika til. Undrandi standa vit  eftir  og mugu staðfesta at tann himmalin, sum hon ikki skilti rættiliga, tá omman andaðist fyri góðum ári síðani,  nú er vorðin bústaður hennara.
 
Góðu Teitur, Eileen og Fróði, tit hava mist tað dýrasta ein kann missa. Frá einari løtu til aðra standa bert tómir lutir eftir og boða frá  tí sum er hent. Okkara vón er at góðu minnini um hana vera við til at varðveita Báru í tykkara hjørtum, og at tey kasta sínar heitu geislingar yvir framtíð tykkara,  eins og sólin sum troðkaði seg inn ígjøgnum smáu rútarnir  í Tvøroyrar kirkju tað løtuna ið Bára varð borin út til sítt hvildarstað.  Hóast árini vóru fá,  so eydnaðist tað henni at seta síni spor sum vit ongantíð gloyma.
 
Gleðist, undrast hvørja ferð
Barnalyndi lætt og frítt
Varnast ikki vandan her
Runt um teg er alt so nýtt
 
Áin sum so blítt kann teska
Skiftir henda dagin ham
Eingin miskunn kann teg leska
Eingin hond tá við teg nam
 
Har sum hondum vantar megi
Jesus sjálvur tekur við
Leiðir teg á sínum vegi
Heim til Guðs við sína lið
 
Hvíl í friði vinur mín,
Vard frá øllum vanda
Flutt er burtur sálin tín
Heilt til himnasandin
 
Hvíl í friði góða Bára og takk fyri løturnar saman
 
Noomi, Pavla og Chris Jan