Minningarorð um Bjørn Harlou landsdjóralækna

Bjørn Harlou er farin, bert 61 ára gamal. Boðini vóru tung og komu dáttliga, men ikki óvæntað, tí Bjørn hevur leingi verið álvarsliga sjúkur.

Saknurin er stórur, tí vit hava mist okkara kæra vin og starvsfelaga, sum var so einastandandi arbeiðssamur, gávuríkur, gløggur og loyalur.


Bjørn Harlou byrjaði í starvi sum landsdjóralækni í oktober 1995. Tey fyrstu árini í landsdjóralæknaembætinum var høvuðsuppgávan hjá Bjørn at gera uppskot til neyðugar dagføringar í lóggávuni innan veterinera økið. Hetta var ein sera tung uppgáva, tí fleiri høvdu ta fatan, at broytingar skuldu ikki fremjast í verki. Serliga trupult var tað at fáa eina felags fatan av, at vit høvdu fyri neyðini at laga okkara regluverk til altjóða lóggávu, tvs. at seta í verk ES-reglur innan veterinera økið.


Bjørn gekk á odda í bygnaðarbroytingunum, sum framdar vóru innan veterinera økið, tá sokallaða heilsufrøðiliga avtalan varð gjørd við ES í 2000. Havbúnaðarfelagið hevur ført fram, at hesar broytingar, sum framdar vórðu, hava verið kollveltandi fyri fiskaaling í Føroyum, sum hevur verið fyri so stórum framburði, at laksa- og sílaalingin í Føroyum í dag virkar undir betri heilsuligum umstøðum, enn nakra staðni í heiminum. Fyri hettar avrik hevur Bjørn fingið fremsta pláss í føroysku alisøguni. Bjørn gekk eisini á odda, tá hann fekk gjørt avtalu við ES um loyvi at koppseta móti ILA í Føroyum.


Bjørn var eitt sjáldsama væl begávað menniskja og fakliga var Bjørn langt frammanfyri sína tíð. Hann hevði ein framúr góðan humor og loyvdi sær at seta spurnartekin við øll tey sjálvfylgiligu úttalilsir, sum falla manna millum. Hann tordi at síggja verðina frá sínum egna sjónarhorni – og ikki minst at undrast á, hví verðin er, sum hon er.


Bjørn sendi okkum ofta nøkur vísdómsorð at hava við á vegnum, tá farast skuldi undir eitthvørt átak. Eina ferð hevði Bjørn gjørt sær sínar tankar um ”Omstillingsparathed i en globaliseret verden” og sendi okkum eitt citat frá ár 54-68 e.Kr. eftir Gaius Petronius, sum var rómverskur konsul undir Nero keisara.


”Vi arbejdede hårdt, men hver gang vi begyndte at fungere, blev planer om omorganisering iværksat. Jeg lærte senere i livet, at vi er tilbøjelige til at møde enhver ny situation med omorganisering. Og jeg lærte også, hvilken vidunderlig metode dette er til at skabe illusion om fremgang, mens det i virkeligheden forårsager kaos, ineffektivisering og demoralisering.”


Tær broytingar og ”omstillingsparathed i en globaliseret verden”, sum Bjørn hevur staðið fyri, hava verið einki minni enn eitt bragd fyri føroyska samfelagið. Bjørn kundi, sum fáur, greina torgreidd mál og koma við konstruktivum loysnum. Hann hevði innlit og áhuga fyri vísind. Tað merktist týðiliga, at Bjørn hevði hjartað við í øllum fakligu viðurskiftum sínum. Hann hevði mót og vísdóm til at koma til eina niðurstøðu, sum ikki altíð var eyðsæð fyri øðrum.


Landsstýrismaðurin og vit starvsfólk í Vinnumálaráðnum lýsa við hesum frið yvir minnið um okkara kæra vin og starvsfelaga Bjørn Harlou, landsdjóralækna.


Tinganes, tann 20. november 2007


Vinnumálaráðið