Hósdagurin 6/7-2000 gjørdist ein sorgardagur fyri okkum, tí tá andaðist mamma og vermamma okkara brádliga alt ov ung ? einans seksti ár. Hon var, sum so mangan, komin til Havnar at vitja okkum, og vit gleddu okkum til at vera saman í nakrar dagar. Hon hevði glett seg fyri fyrstu ferð at koma at gista hjá okkum í okkara nýggja heimi. Tað vardi ongan av okkum, at hennara dagar vóru við at vera taldir, og at henda vitjanin hjá okkum í Havn skuldi fáa ein so bráðan enda.
Gudrid var í mangar mátar ein serstøk kvinna. Tá hon giftist og fekk børn, gavst hon at arbeiða úti, men setti ístaðin heimið í hásætið, og hetta arbeiði røkti hon til lítar. Hon legði alla orku í at taka sær av manni, børnum og tí húsliga arbeiðinum, og altíð setti hon seg sjálva í síðstu røð.
Tað er sjáldsamt at finna ein persón, sum altíð setir seg sjálvan lægst, og altíð tekur hini fram um seg sjálvan, men hetta gjørdi Gudrid. Altíð var hon vælnevnd og vælhýrd. Hon var sera arbeiðssom, og einastandandi væl lá fyri hjá henni til tað handaliga, eins og hon var sera kvik í øllum verki. Í Gudrid fann tú eina kvinnu, sum bæði var ein einastandandi mamma og samstundis var framúrskarandi til alt húsligt og handaligt arbeiði.
Hon var ein sera gudrøkin kvinna og hon royndi í øllum verki sínum at bera seg at, so sum Guds orð fyriskipar.
Tað harmaði hana mangan tey seinnu árini, at so langt var millum hana og hennara ommubørn, og hon gjørdi mangan túrin norður eftir at vitja síni børn og ommubørn, og hetta hóast henni illa dámdi at sigla. Í eygunum á hennara ommubørnum var hon nakað serligt, tí hon gjørdi so nógv fyri síni ommubørn, og hon hevði eitt nærum óavmarkað tol, og hon segði aldri ommubørnunum nei til at gera eitthvørt saman við teimum. Mong eru tey pløggini, ið Gudrid bant sínum ommubørnum.
Vit eru ómetaliga takksom fyri tað, mamma og vermamma okkara var fyri okkum, og vit liva í vónini um, at vit ein dag skulu síggjast aftur.
Jóhan Martin og Elisabeth