Minningarorð um Hávard Lisberg

Minningarorð

Tað kennist tungt og so óveruligt at skula skriva minngarorð um mín elskaða systurson Hávard, sum var við í ferðsluvannlukkuni í Øravík tann 18 september í ár. Tað virkar so undarligt og meininsgleyst at hesin fitti unglingin, ið als ongan áhugað hevði í bilum ella at fáa sær koyrikort júst skuldi doyggja í einari ferðsluvannlukku.

Hann legði einki í bilar ella aðrar materiellar lutir. Tað sum hevði hansara stóra áhuga var tónleikur og ting sum kundu skapa tónleik. Ein vanlig borgarlig karriera og pengar lógu sera aftarlagi á hansara ynskilista. Hávardur vildi fram um alt liva út sínar dreymar, sum fyrst og fremst vóru at skapa tónleik, ið kundi gleða hann og onnur. Hann sat altíð og spældi gittar ella tosaði um tónleik. Hann hevði longu sum 19 ára gamal komponerað fleiri løg og droymdi um at kunna liva av tónleiki og fáa loyvi til at vera seg sjálvur.

Hávardur var eitt sera gott og reint menniskja. Tað búði einki ónt í hesum fitta drongi. Hann elskaði øll síni medmenniskju og um onkur særdi ella skuffaði hann, so bar hann altíð yvir við teimum, tí sum hann segði »tey vita ikki hvat tey gera« ella »tey meina tað ikki so ringt«.

Hávardur var ein óvanliga erligur og rættvísur drongur. Eg minnist einaferð hann kom til Havnar at keypa sær ein gittara og okkurt annað til gittaran. Vit fóru oman til Simma at hyggja eftir einum gittara. Tá ið vit vóru komnir heim til okkum við gittarinum, so funnu vit útav at hann hevði goldið 1000 kr. ov lítið fyri gittaran. Onkur hevði kanska verði glaður við at hava spart 1000 kr., men ikki Hávardur. Hann segði beinanvegin »eg vil ikki hava hesar 1000 krónurnar tí so verði eg aldrin glaður fyri gittaran«. Hetta vísti hansara sanna lyndi og eina styrki, sum Hávardur átti.

Tey fortaldu mær at hann sum smádrongur plagdi at fáa okkurt oyra frá foreldrunum at keypa góðgæti fyri, men ofta legði hann heldur peningin í eina innsavningar bússu í stóð á diskinum og fór tí útaftur úr handlinum við ongum góðgæti, tí hann vildi heldur gleða tey fátæku.

Tað var altíð stuttligt at fáa vitjan av Hávardi, tí hann var so positivur og glaður. Hávardur var føddur við einum sera løttum sinni og tú fekst altíð eitt heitt smíl frá honum, »halló hvussi er vorið« plagdi hann at siga, tá ið vit møttust.

Systkini Hávardur, Tórbjørn og Kristel vóru øgiliga góð við hvønn annan. Tað er tí ein fragd at minnast alt tað sum tey hava givið hvørjum øðrum. Hann fekk 19 ár her á foldum, men fá munnu verða sum hava givið so nógv sum hann gjørdi hesi 19 árini. Tað er tí ein sonn gleði fyri okkum at minnast henda fitta og milda drongin, sum vit hava so nógv at læra av. Hann øvundaði ongum nakað, tí hann vildi bara øllum tað allarbesta og hann gleddist yvir at tað gekk hinum væl.

Seinastu ferð eg sá Hávard, áðrenn vannlukkuna, var tá ið hann búði hjá okkum á veg til Klaksvíkar fyri at innspæla eitt lag í upptøkuhølinum hjá Gulla. Hetta var fyrstu ferð hann skuldi royna seg í einum studio. Hann var sera so øgiliga spentur áðrenn hann fór norður og eg minnist hvussu hann um kvøldið fortaldi um hetta lagið, sum teir ein leygardag seinnapart innspældu í Klaksvík. Tað var sum um hann hevði vunnið alla verðina. Eyguni lýsti ímeðan hann veipandi fortaldi mær um hetta lagið, sum tíverri skuldi blíva hansara seinasta her á foldum. Eg havi enn ikki hoyrt lagið, men hetta lagið fer fyri okkum ið kendu Hávard at vera lagið yvir øllum løgum, tí tað var her ein av hansara stóru dreymum, ein leygardag í august, gjørdist veruleiki.

Góða Guðrið systur, Jens, Tórbjørn og Kristel tit eiga so nógv góð minnir um Hávard. Tað er tungt at missa, men sum ein kona einaferð segði »tann sum onki eigur hevur onki at missa«. Hávardur var persónliga trúgvandi og var tí ikki bangin fyri at doyggja, tí hann visti at lívið á jørðini bert var fyribils støðgur, har tað ráddi um at skapa so nógva gleði sum gjørligt og at elska sín næsta. Alt hetta náddi hann uppá 19 ár. Eisini tit fýra náddu at geva honum allan kærleika og nógvar ríkar løtur. Eg veit at hansara størsta ynski er, at tit fara at halda áfram og skapa gleði saman við teimum sum eftir sita.

Eg vil eisini senda mína djúpastu samkenslu til familjurnar hjá Álvi Mortensen og Eyðun Strøm í Trongisvági, sum eisini blivu mistu sínar elskaðu synir í somu ferðsluvannlukku leygarmorgun, tann 18 september í Øravík. Guð styrkir tykkum og okkum sum eftir sita. Hartil kunnu vit gleðast yvir at tann fjórði drongurin slapp við lívinum og at hann eftir umstøðunum hevur tað gott. Ein lítil vón er, at hugburðurin til ferðslu í Føroyum er broyttur og at vit føroyingar fara at fylgja teimum ráðum sum Ferðslutrygd og aðrir myndugleikar royna at geva okkum.

Eg vil at enda loyva mær at taka fram nakrar reglur úr einum enn ikki útgivnum sangi hjá Kára P.

»hygg útum tí vár títt kemur,

sólins skar við hár títt nemur,

vónin skolar spakuliga upp á okkar strond«.

Takk øll tit sum stuðlaðu og troystaðu tá ið á stóð.


Heilsan


Mammubeiggin Fróði