Mikudagurin hin 1. oktobur gjørdist ein lagnudagur.
Sat henda dagin við nátturðaborðið saman við konu og børnum, tá vit hoyrdu sjúkrabilin koma út á Argjar.
Hugsaði hvør nú mundi verða vorðin sjúkur, fyri bert stutta løtu seinni at fáa tey syrgiligu boð, at besti vinur og svágur mín Homm varð farin, bert 42 ára gamal.
Eg kom at kenna Homm, tá hann flutti heim í 1996; eg varð á bryggjuni eftir honum, tá hann kom við "Norrønu";
Beinanvegin knýttu vit vinarbond; eg skilti, at her varð ein vinur, tú kundi hava fult álit á. Eg haldið, at bæði eg og Maibritt áttu ein sera góðan og trúfastan vin í Homm.
Tá ið eg og Maibritt fluttu í egna íbúð, varð Homm beinanvegin klárur at hjálpa til; hann tók eina hond í, bæði til tær løttu uppgávurnar og ikki minst tær tungu uppgávurnar; sterkur varð hann sum ein bjørn.
Sama varð galdandi, tá ið vit keyptu hús á Argjum: Homm varð beinanvegin klárur at hjálpa til við flyting og øðrum.
Tá ið vit fóru undir at umvæla húsini spurdi eg Homm, um hann vildi rætta mær eina hond - sjálvandi segði hann ja, men, hann vildi bara bróta niður; at byggja uppaftur, ja tað mátti eg taka mær av sjálvur - segði hann; men, tá avtorðnaði, so varð hann drívkraftin næstan allar dagarnar.
Hann varð kanska bangin fyri at at gera okkurt skeivt, men tað hevði onki upp á seg; ongan feil havið eg sæð enn, sum Homm hevur gjørt, tvørtur ímóti: hann dugdi væl til hendurnar, sjálvt um hann kanska ikki vildi ganga við til tað sjálvur.
Homm legði nógva orku í at fáa húsini liðug, og stórur partur av hansara frítíð fór til at hjálpa við umvælingi.
Homm varð sera góður við børn; tá Homm kom innar, so sást tú, hvussu gleðin glógvaði í eygunum á børnunum.
Ikki gjørdi hann mun á nøkrum, men varð eins góður við øll.
At dóttir okkara varð góð við Homm varð púra vist; hon gleddist um hvørja løtu, hon varð saman við honum.
Tey bæði kundu beistast og hugnað sær sum fáur.
Tá eg og Maibritt valdu at giftast, so hugsaðu vit beinanvegin um at biðja Homm hjálpa til við m.a. at verða bilførari, og hetta tók hann á seg við heilum hjartað; vit høvdu ein so dyggan stuðul í Homm til henda stóra dag.
Homm dámdi væl tónleik; hann spældi við onkrum bólki, og kundi hugna sær heima við gittara og sangi; hann setti dám á veistlur hann varð við til; røddini hevði hann góða, og dugdi væl at syngja aðru stemmu.
Tá Homm kom í nevndina hjá Havnar Arbeiðsmannafelag, varð tað við lív og sál.
Homm gekk høgt uppí at viðurskiftini hjá arbeiðarafjøldini vóru góð, og alt tað, sum kundi betrast, skuldi betrast.
Mangan orðadráttin hava vit báðir havt um júst hetta, og ikki gjørdist vit altíð samdir.
Tá verkfall varð í vár, lá parturin hjá Homm ikki eftir; hann mundi sum fáur stuðlað felagnum bæði nátt og dag.
Homm mundi sum fáur geva frá sær; aldri segði hann nei til at hjálpa til, og man hansara partur ikki liggja eftir hjá nøkrum.
Nú tíðin nærkast til jóla, renna nógv minnir fram; Homm gleddi seg eins og smábarn til jóla; hann varð glaður um hesa høgtíð, og kundi hansara gleði smittað yvir á okkum onnur, sum kanska hugsaðu um okkurt annað.
Tað varð altíð hugnaligt at verða saman við Homm á jólum, og eisini á nýggjárinum. Hann dugdi væl at hjálpað til, so børnini eisini kundu fáa gleði av nýggjárshaldinum.
Vit hava mist ein hjartagóðan og trúfastan vin, og standa spyrjandi.
Hví skuldi Homm fara? Vit fáa aldri eitt nøktandi svar.
Tung vóru sporðini, tá vit fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað; at hetta so
góða menniskja nú varð jarðað var ófatuligt.
Tankarnir leita til tykkum, foreldur og sykstin; tit hava mist ein son og bróðir, sum tit elskaðu nógv, og serliga leita tankarnir til Ninnu, Petur og Oleu og børnini, sum upplivdu hesa syrgiligu hending so nær upp á lívið; mega tit fáa megi til at koma yvir hesa hending.
Mega vit øll varðveita tey góðu minni, Homm hevur givið okkum; tómrúmið eftir hann er stórt, og kann aldri fyllast aftur, men vit kunnu bert takkað fyri tíðina, vit fingu saman við honum.
Eg vil enda við einum broti úr 23. sálmi Dávids:
Gangi eg í dimmum dølum, einki ilt eg óttist.
Tí tú ert við við mær, tín stavur og tín keppur , teir ugga meg.
.
Við hesum lýsið eg frið yvir minnið um mín besta vin Homm
Andrass