Minningarorð um Jóhonnu Frederikku Høgnesen

Hósnáttina 12. august andaðist Jóhanna Frederikka Høgnesen í Klaksvík eftir stutta sjúkralegu. Hon var 86 ára gomul, nú hon legði eyguni saman.

Tað er nú einaferð lívsins gongd, at tá tú sjálv røkkur at miðjum aldri, fara tey fólkini, sum tú altíð hevur kent, so smátt at falla frá - tað er eins og grundstuðlarnir ridla undir tær, hvørja ferð onkur av teimum fer. Soleiðis er eisini nú, Jóhanna Frederikka er farin í Harrans hendur.

Her í Klaksvík varð hon kallað Jóhanna, men norðuri við Gjógv, haðani hon var slektað, kallaðu tey hana við báðum nøvnum og tað hava vit eisini altíð gjørt í okkara húsi. Hetta kom ivaleyst einamest av, at foreldur míni vóru slektað úr grannabygdini Funningi og kendu Jóhonnu Frederikku har norðuri frá, men eisini tí, at Jóhannurnar vóru fleiri í grannalagnum og í ættini annars.

Hetta grannalagið, sum fyrr varð kallað á Heygum, stendur beint uttanfyri teir gomlu bøgarðarnar í Gerðum, sum fáur longur veit um. Her bygdu Jóhanna Frederikka og Christian sær hús fyri meira enn fimmti árum síðan, tá tey gingu í hjúnarlag, og skaptu har eitt fjálgt heim fyri báðar døturnar Kristinbjørg og Jórun. Tey høvdu tað gott saman og Christian hevur verið ein sera góður konumaður í orðsins sanna týdningi.

Tá vit vuksu upp, var hetta eitt hugnaligt og lívligt grannalag. Her vóru børn í hvørjum húsi og eyðkent var, at fólk, kanska serliga menninir, stóðu uttanfyri og prátaðu - ein mynd, ið nú næstan er horvin. Grannalagið broytist í hesum árum so skjótt. Fólkini fækkast - nógva staðni eru bert eitt í hvørjum húsi og børnini eru fá. Tað vil so vera, at fólk eldast og fara hiðani.

Ikki ber til at siga, nær eg fyrstu ferð kom á gátt hjá Jóhonnu Frederikku og Christiani - eg veit bara, at eg havi verið ógvuliga ung, ja, havi neyvan vitað til mín. Í barnaárunum var eg hvønndagsgestur har. Hvønn morgun vóru fyrstu spor niðan at spyrja eftir Kristinbjørg, so vit kundu fylgjast oman í skúla, og um kvøldarnar sótu vit mangan antin har ella hjá okkum og gjørdu skúlating, skrivaðu blekkrokning inn, skrivaðu stíl o.s.fr. Aldrin troyttaðist Jóhanna Frederikka av okkum. Hon var lagalig, men kundi eisini vera avgjørd, tá ið á stóð. Hon hevði stóran áhuga fyri øllum, vit tókust við og var altíð við tí góða orðinum. Eg havi altíð kent tað, sum hevði hon umsorgan fyri mær. Hon var ógvuliga blíð at koma inn til - ja, tað var hon til sín doyggjandi dag.

Tað, sum eg fyrst og fremst fari at minnast Jóhonnu Frederikku fyri, var hennara stóra áhuga fyri lærdómi. Í uppvøkstrinum eggjaði hon døtrum sínum til at gera nógv við skúlatingini og øll børn, sum komu innar, fingu við á vegnum hennara eggjandi orð um at royna at fáa sær onkra útbúgving. Hon hoyrdi sjálv til tað ættarlið, ið ikki fekk høvi til at útbúgva seg, hóast hon hevði gávur til tað.

Eitt annað eyðkenni fyri hana var, at alt skuldi vera gjørt av einslistum. Hon kundi tikið kenda orðatakið til sín, ið sigur, at alt, sum er vert at gera, er vert at gera væl. Og har sampakkaðu hon og Christian sera væl, tí hann er hegnigur og vælgjørdur sum fáur. Tískil er heim teirra fyrimyndarliga væl umsitið. Hon fór eisini sera væl við øllum og røkti sítt heim til lítar.

Jóhanna Frederikka var ikki likamliga sterk, lítil var hon av vøkstri, men so mikið størri var hennara andaliga styrki. Mangan havi eg undrast á, hvussu hon mentist, tá brúk var fyri henni. Hon hevði dygga barlast heimanífrá og visti, hvat hon hevði at byggja á. Somuleiðis hevði hon eitt frálíkt minni, sum onki var viknað, hóast árini vóru komin. Í køkinum hjá teimum hongur eitt fitt lítið skelti við áskriftini "Fjálgur er móður andi". Og tað er bæði vist og satt, at fjálgt var innanveggja, har hon ráddi. Tómligt er at koma inn, nú hennara sessur stendur tómur.

Hetta kvøldið, hon lá og stríddist, var eitt so frágera vakurt summarkvøld í Klaksvík. Bæði Vík og Vág lógu spegilsblankar og sólin sá - tað var eins og í sanginum, sum bygdarmaður hennara Bernhard Brim á sinni yrkti. Roðin fór um Nestindar og hvørt fjall skein eins og reyðargull.

Og júst sum stjørnurnar komu fram á klára bláa náttarhimmalin og blunkaðu blítt niður yvir hendan vakra heimstað okkara, andaðist Jóhanna Frederikka og fór til teir ævigu bústaðir, har ongin pína og sorg er.

Í takksemi fyri alt, ið hon var fyri meg, sendi eg Christiani, Kristinbjørg og Jórun og øllum teirra mínar bestu heilsur við djúpari samkenslu. Hvíl í friði, góða Jóhanna Frederikka!

Nicolina