Tú okkara stjørna var í sjeyti ár,
Bleiktraði gleði og gleim í okkara heim.
Í fimmtiátta ár tú eins og ein gongustjørna var um mann, børn og ommubørn.
Hevði arbeiðslív og trygga tilveru.
Tú vart stuttlig!
Góða, vit tær takka fyri allar lívsperlurnar,
ið tú okkum gav -
sangirnar og søgurnar um mannalagnur - lív og deyða.
Vit tær í minnigoymslu nú draga.
Í Garðsenni, í bygdarinnar hjarta, hevur tú næstan alt títt lív búleikast.
Runnið glað oman í smiðjuna til pápan, ella vestur á Hamar, inn við Krógv -
at fløva hendur hjá ommuni og abbanum har,
ella rann bygdina runt við telefonboðum.
Gleðistár og sorgarlag, tú tíðliga okkum lærdi.
Hetta at fevna løtuna - nýta hvørja sólstrálu av himli,
og at deyðin var natúrligur partur av lívinum, var títt lívsgrundarlag.
Hjá pápa vart tú sólin, ið gav lívinum innihald.
Í fýratisjey ár tilsaman hava livað.
Dugdu at reiðrast av nýggjum í barnaheimi tínum, ið tú vart so góð við.
Okkum fýra gentur tit fyrst fingu.
Forelskilsið og felagskapurin í hjúnarlagnum var tykkara stavnhald,
bæði í logn og ódn.
Og glað og stólt vart tú, á tínum fýratifýra ára føðingardegi,
har tú so livandi sat við tveir dagar gamla soninum, og segði øllum frá,
at nú var hann komin.
Hetta var eitt satt bragd, helt pápi!
Pápi var ikki einast tín maður, hann var eisini tín sálarvinur og á ein hátt tín máni.
Hann lýsti fyri tær, tá myrkursins kreftir herjaðu og eingistin fyri sjálvum degnum vitjaði.
Tín máni var um teg, tá skýggj róku fyri vág og vind og alt sýntist tómt og einkisigandi.
Tó reisti tú teg altíð aftur, tók lagnurnar krókutu vegir í sál tína og flenti aftur.
Smíltist til lívið.
Og smíltist til tín kæra mann, sum alla tína sjúkralegu,
skilti teg og elskaði teg.
Tað, ið tit játtaðu í Hvalbiar kirkju, hildu tit - heilt til seinasta andadrátt.
Saman fingu vit sagt: Verði vilji tín.
Hvíl trygt hjá honum, sum tú hvørt kvøld bað til og hevði fulla vissu um.
Tøkk mamma fyri alt, ið tú okkum gavst.
Dóttur tín Nita.
+ mynd