Minningarorð um mína elskaðu systur Súsannu K. Lindenskov

22/8-1964 – 3/1-2011

Minningarorð um mína elskaðu systur Súsannu K. Lindenskov


Tung vóru boðini at fáa, at tú ikki vart ímillum okkum longur.

Vit vóru bara komin nakrar tímar inn í tað nýggja árið, tá tú fekst blóðpropp í hjarta og minni enn tvey døgn seinni vart tú ikki longur ímillum okkum.

Nú eru gingnir 6 mánaðir síðan hetta hendi, og enn dugi eg ikki at skilja, at eg ikki skal síggja teg aftur her á jørð. Standi bara spyrjandi: “Hví alt hetta henda má”.

Vit vóru ein stórur barnaflokkur, 8 systkin. Ein bróður doyði 6 ára gamal. Heima hjá okkum var nógv barnagleði og áttu vit eitt sera gott og trygt heim. Tað vóru 4 ár ímillum okkum báðar, og vóru vit sera knýttar at hvørji aðrari.

Tú vart bara 18 ár, tá tú flutti út til Jákup at búgva; hann var sjómaður og ofta vóru túrarnir langir. Eg minnist at tú spurdi mammu, um tú kundi hava meg har úti meðan hann var burtur, og sjálvandi var svarið ja, so vit høvdu nógv okkara millum bæði í álvara og gaman.

Tú vart so løtt í sinni og elskaði at spæla býtt, so tú fekst okkum øll at flenna í tárum at tær. Eg minnist tá eg fortaldi tær, at vit skuldu taka ring uppá. Tú var skjót og spurdi, um tú kundi koyra teir á. Sjálvandi mátti tú spæla prestur og halda talu, meðan vit stóðu framman fyri tær, og meðan tú koyrdi teir uppá segði tú: “Minst til, at ringurin er rundur og ongan enda hevur”. Tað var 7/1-1987 og 24 ár eftir, 7/1-2011 bar Mortan teg til gravar.
Tú vart sera góð við pabba, og tað var svárt hjá honum at missa teg. At hann skuldi fylgja tær eftir, bara 6 vikur seinni, hevði kortini ongin væntað. Tú segði so mangar ferðir við meg, at tú vildi ynskt at man kundi ringt til Himmals og bara hoyrt mammu siga “Hey”. Eg má siga tað sama sum tú, hevði eg bara kunna hoyrt tykkum sagt “Hey”. Pabba segði við meg, tá tú vart farin, at nú máttu vit bara hyggja frameftir og ikki aftureftir, tí vit máttu royna at koma víðari við okkara lívi. Hann vitsti av royndum hvat hann tosaði um.
Jákup og tú fingu 28 ár saman og 4 børn. Góðu Jákup og børn, tit hava mist eina góða konu og mammu; tað dýrabærasta tit áttu. Paulus skrivar í 2.Tessalonikabrævi 4,13-14: “Men vit vilja ikki, brøður, at tit skulu vera óvitandi um, hvussu er við teimum, ið sovnað eru – fyri at tit skulu ikki syrgja sum hini, ið onga vón eiga. Tí so satt sum vit trúgva, at Jesus doyði og reis upp aftur, so skal Gud eisini við Jesusi leiða tey, sum sovnað eru, fram saman við Honum.”
Lat hetta vera tykkum ein ugga, tóat at saknurin er svárur, at vit øll skulu síggjast aftur ein dag. Má Jesus pápi vera hjá tykkum og signa tykkum í hesi sváru tíð.

Friður veri við minninum um mína elskaðu systur.
--------
Systir tín Póla