Minningarorð um Marthu Didriksen

Martha Didriksen varð fødd

í Nólsoy tann 26. juni 1927 og hon andaðist í Tórshavn tann 21. august 2000 aftan á eina langa sjúkralegu. Nú er hon farin heim til Jesusar. Sloppin undan sjúku og pínu.

Mínir tankar leita til Ovild og børnini: Birgit, Kirstin, Eyðfinn, Lydiu, Øssur og Junn. Harrin hjálpi tykkum og familjum tykkara í sorgini.

Eg havi ikki verið í einum betri heimi enn hjá Marthu og Ovildi. Martha var tann náttúruligi miðdepilin í familjuni. Hon og Ovild bygdu upp eitt heim har kærleiki til børnini, nærtakærleiki og fosturlandsalskur vóru ein sjálvsagdur lutur.

Martha var ein stillfør og jarðbundin kvinna. Hon hvíldi í sær sjálvari og í síni trúgv, og hon hevði ? eins og Ovild hevur ? eina stóra virðing fyir tí einstaka menniskjanum. Hetta sermerkir eisini børn teirra, sum fingu gott í beinið.

Míni barna- og ungdómsár var eg dagligur gestur í heiminum hjá Marthu og Ovildi. Størri gestablídni havi eg ikki upplivað enn hjá teimum. Tey bæði dugdu sera væl at fáa tann vitjandi at føla seg væl tilpassar. So líkatil og ósnobbut. Tað kunnu onnur enn eg tosa um, tí tað vóru fáir dagar, at ikki onkur kom á gátt hjá teimum. Flestu nólsoyingarnar, eg kenni, eri eg komin at kenna hjá Marthu og Ovildi.

Farin er ein góður vinur, sum eg síggi fram til at hitta aftur heima hjá Harranum.

Ærað veri minnið um Marthu Didriksen.


Vinarliga

Ingemar Djurhuus, Århus