Nú várið er í hondum, og náttúran vaknar úr sínum vetrardvala, fór mín góði vinur og arbeiðsfelagið Árni Debes so brádliga um sýn, bert 47 ára gamal.
Árni silgdi mong ár í Grønlandi við reiðarínum Qajaq Trawl, sum hevur rækjutrolara. Har kom eg at sigla saman við Árna frá 1996 til 2006.
Sigast kann um hann, at hann var ein sera dugnaligur og nærlagdur maskinmaður, og var væl egnaður at hava høvuðsábyrgd av øllum tí tekniska á einum stórum nútíðar rækjutrolara.
Árni var ein stilførur maður, men kundi eisini vera skemtingarsamur og dugdi væl at taka til.
Hann tosaði mangan um síni kæru heima, og børnini stóðu hansara hjarta serliga nær.
Hann hevði stóran áhuga í øllum, sum rørist í náttúrini. Dámdi væl at takast við seyð, sum hann, saman við familjuni hevði í haga, stiki og í feitilendi.
Eg kann í takksemi líta aftur á tíðina saman við Árna. Eisini teir mongu túrarnar, tá vit høvdu konurnar og børnini á vitjan, tá vit vóru á verft í Danmark og í Íslandi. Her blivu knýtt vinarbond, sum vit eru sera glað fyri.
Góða Carol, Rúnar, Sára, foreldrini Anni og Hans, verforeldur, systkin og øll tit, sum stóðu honum nær.
Má Harrin stykrja tykkum, nú tit so brádliga blivu rakt av stórari sorg.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minni um mín vin Árna Debess.
Sámal Petur