Minningarorð um Sannu Dahl Niclasen

03.07.1915 – 28.02.2011

Góða Omma

Eg plagdi at skriva brøv heim til Føroya til tín, góða omma. Nú fari eg at skriva tær eitt síðsta bræv.
Eg minnist, hvussu ringt eg helt tað vera, tá eg fyrstu ferð flutti úr Føroyum og visti, at eg ikki fór síggja teg aftur í næstan eitt hálvt ár. Tað helt eg vera so leingi. Men tíbetur, so ringdi tú ofta til mín. Tú fylgdi so væl við og vildi vita, hvat eg tókst við, og hvussu eg hevði tað.
Eg sakni teg, omma. Hvønn dag hugsi eg um teg og sakni teg. Tú vart ein so fantastisk omma og eitt so fantastiskt menniskja, og tú hevur altíð havt so nógv at siga fyri meg. Nú ert tú knappliga ikki her meira, og tómrúmið er so stórt. Tárini trilla oman eftir kinnunum, tá eg hugsi um teg. Men tú hevur eitt stórt pláss í mínum hjarta, fult vid góðum og ríkum minnum.
Eg minnist ofta aftur á, hvussu deiligt tað var, tá eg var lítil og helt vikuskifti hjá tær í Sandagerði. Vit ordiliga hugnaðu okkum saman. Gingu túrar, vóru í urtagarðinum, matgjørdu, tú las fyri mær, og so spældu vit sjeystjørnu. Og eg visti, at eg fór at fáa heimagjørt koldskål til morgunmat, tí tað visti tú, at mær dámdi so væl.
Eg sakni at hoyra teg floyta - tú dugdi so fantastiska væl at floyta. Eg havi ongantíð hoyrt nakað líknandi. Tú floytaði long løg, og tað ljóðaði so vakurt. Tú dugdi eisini at spæla upp á munnharpu. Og tá ið eg var lítil, og vit gingu túr framvið ánni í Sandagerði, spældi tú eisini upp á látupípu. Tær dámdi so væl tónleik. Tá tú hoyrdi tónleik, so livnaði tú upp.
Tú vart altíð so vinarlig við øll, og øll vóru vælkomin inn til tín. Hetta skilti eg longu, tá eg var heilt ung og dró altíð vinir við heim til tín, omma, tí eg vildi, at øll skuldu sleppa at møta tær.
Tú hevur hjálpt nógvum menniskjum ígjøgnum títt virkna og langa lív, og fleiri hava so nógv at vera tær takksom fyri, omma. Tað fjálgaði at síggja, hvussu nógv fólk komu at fylgja tær hendan sólríka dag fyrst í mars, tá tú fórt út í kirkjugarðin til abba at liggja. Og øll tey vøkru orðini, sum vórðu søgd um teg, omma.
Tú bleivst næstan heilt blind fyri meira enn tíggju árum síðani. Men altíð kendi tú okkum øll á málinum beinanvegin. Tú vart altíð so glað og takksom fyri okkum øll, sum vitjaðu teg, og eg síggi títt vakra smíl fyri mær, tá tú hoyrdi meg siga: “Hey, omma, nú eri eg komin at vitja teg!”. Aftan á hvørja vitjan, líka til tað heilt síðsta, so fylgdi tú okkum út á trappurnar at veittra farvæl. Tú takkaði altíð nógvar ferðir og segði, hvussu deiligt tað var at fáa vitjan, meðan tú klappaði hendurnar ofta saman, sum tú altíð gjørdi so fitt, tá tú vart ordiliga glað um okkurt.
Á jólum vart tú síðstu ferð í tínum heimi í Sandagerði, har tú hevði búð í meira enn 45 ár. Tað var jólaaftan, og tað var eitt so hugnaligt kvøld, sum eg altíð fari at goyma í mínum minni. Tú vildi hava ein stól inn í køkin og sita ímillum okkum, meðan vit gjørdu matin kláran. Tú vart í sonnum jólahýri og fortaldi okkum um, hvussu væl tær og abba dámdi at gera mat saman. Tað var altíð so spennandi at hoyra teg fortelja um títt ótrúliga hendingaríka lív. Tað var eisini á jólum, at tú fyrstu ferð møtti manni mínum. Tað hevur so nógv at siga fyri meg, og eg eri so glað fyri, at tit náddu at møtast, áðrenn tú fórt hiðani.
Eina góða viku áðrenn tú fórt, føddi systir mín eina dóttur. Eg gekk beint av føðideildini og yvir til tín at fortelja tær gleðiboðini. Tú vart so glað. Tú og nýggja langommudóttirin møttust fyrstu ferð sama dag, sum tú fórst. Tú mussaði hana og segði, hvussu ker hon var. Tað virkaði, sum tú hevði bíðað eftir henni, áðrenn tú kundi fara herfrá. Ein kemur, og annar fer. So nógv gleði og so nógv sorg og saknur samstundis.
Eg eri fantastiska heppin at hava átt teg sum ommu. Takk, góða omma, fyri alt.
--------------------
Ommudóttir tín, Sanna