Fyrsta jóladag 1966 slóknaði eitt av okkara bjartastu ljósum: Skaldið Martin Joensen, lærari á Tvøroyri er so ikki meiri millum tey livandi.
Hold hansara!
Andi hansara og navn slókna ongantíð.
So bjart skinu og skína tey.
Martin var frálíkur lærari. Kunnskaparríkur sum fáur. Sálin brann. Tað er ikki av ongum, at føðibygd hansara eftir støddini er ríkari enn flestar bygdir uppá lærdar menn og kvinnur, prestar og lærarar.
? Tey sótu við føtur Martins og vuksu og hitnaðu undir hansara vekjandi og fløgandi anda.
»Hann gav mær tað, sum eingin onnur menniskja hevur givið mær síðani, heldur ikki teir á teimum hægru og størru skúlunum, eg havi vitja seinri« tók ein av hansara takksomu næmingum til orða undir eini samrøðu um valamenn, stórar menn.
Hann setti Martin millum teir størstu, hann hevði kent.
? Tað var vitnisburður Jóhann Nielsens prests.
»Martin var eikin í skaldaskógvi okkara,« tók annar av frægu bygdamonnum hansara til.
Minnið um Martin sum lærara í hansara bestu árum, áðrenn hann varð sjúkur, vil lýsa bjart millum hansara næmingar. Lýsa so leingi, ið teir liva.
Minni um Martin sum skald vil lýsa bjartari í hvørjum, sum tíðin líðir frá. Lýsa fyri Føroya fólki.
Hvør kann seta fiskimonnunum ein dýrmettari varða enn Martin í bók síni »FISKIMENN«!
Hvør kann seta fólkinum og mannalívinum í tíðarskeiðinum, sum fyri mesta partin nú er horvið, ein bjartari varða enn Martin í bókum og mongu skaldsøgum sínum!
_ _ _
Martin Joensen var millum bestu vinir mínar.
Allar tær hugnaligu og ríku løturnar, vit vóru saman, verða at lýsa og framvegis bera mær av tí ríkidømi, hann goymdi í sál síni.
Eg og heim mítt vilja sakna Martin sum hin trúgva vinin.
Hann var, til tess sjúkan bant hann inni ella burturi til sjúkrarøktarviðgerð, dagligur gestur í heimi okkara og gjørdi tað høgt til loftið og vítt til veggja við ríka hugsjónarheimi sínum og ansi fyri tí skemtingarsama.
Vit veita honum okkara hjartans tøkk fyri tað, ið hann gav okkum.
Sum tann skila- og álitismaður Martin Joensen var, var hann í læraratíð síni í Sandvík í fleiri sóknarstýrisskeiðum valdur í stýrið fyri Hvalbiar sóknar kommunu og royndist sannur framburðsmaður fyri bygd sína. Tað skyldast ikki minst honum, at Sandvíkin fekk tað eftir tátíðini góðu bryggju við frálíkum bátauppdrátti.
_ _ _
Martin Joensen var javnaðarmaður og eina tíð var hann blaðstjóri á blaði okkara Sosialinum. Navn hansara og pennur bar blaðnum virðing millum manna.
Flokkur okkara kennir missin av hesum andsmenni sum nívandi sakn, tí, hansara orð og luttøka í flokksins stríði fyri teirri sonnu sosialistisku stevnuni vigaðu og týddu almikið og her verður ikki lætt at seta mann í manns stað.
Føroya javnaðarflokkur og Sosialurin síða merkið í sorg við báru stríðsfelagsins og hugsjónarmannsins, men vit draga tað aftur á fulla stong, í tøkklæti, í gleðini og stoltleikanum yvir at hava talt so gævan mann í liði okkara.
Friður og signing lýsi yvir minni tínum, vinur mín og felagi!
Í Vestmanna, tann 26. des. 1966
Pætur