Minningarorð um starvsfelaga okkara Signy Remberg

F. 31. des. 1040 d. 15. juni 2007

Ikki vardi tað okkum, at seinasti dagin Signy fór heim sjúk úr arbeiði, skuldi verða hennara seinasti arbeiðsdagur á Hvíldarheiminum Naina, sjálvt um vit vistu, at hon hevði verið sjúk og var byrjað aftur at arbeiða eftir nýggjár.

Signy var fødd og uppvaksin í Funningi. Hon var elst av fimm systrum.

Tað var á Hvíldarheiminum Naina, vit komu at kenna og arbeiða saman við Signy - hon var køksleiðari á Hvíldarheiminum.

Signy fór ung at arbeiða í køkinum á Landssjúkrahúsinum, tá Alexandrines Hospital. Í køkinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi arbeiddi hon eisini í nøkur ár. Hon fann sær jú mann úr Froðba, Ova Remberg, men fluttu tey seinni til Havnar at búgva.

At matgera skuldi verða lívsstarvið hjá Signy. Hetta lá eisini væl fyri hjá henni. Hon gjørdi sær altíð sera góðan ómak fyri at fáa matin at smakka væl. Hon var eitt álitisfólk og fyrimyndarliga stýrdi hon køkinum.

Signy dugdi væl til hendurnar, so skuldi eitthvørt seymast ella skuldi dekoratiónir gerast til jóla á Hvíldarheiminum, var tað altíð hon, ið átók sær hesa uppgávu.

Altíð var hon góð í ráðum, um vit høvdu okkurt at spyrja um.

Vit minniast aftur á nógvar hugnaligar løtur bæði á arbeiðsplássi og ikki minst á øllum útferðum. Vit plagdu jú at fara eina útferð saman hvørt summar.

Seinastu summar vóru vit í allarbesta veðri suðuri í Sandoynni og høvdu ein ógloymandi dag saman.

Tað er undarligt at koma til arbeiðis um morgnarnar og ikki at síggja Signy, tí hon var altíð har. Hon var tann, sum møtti fyrst. Vit koma jú allar framvið køkinum, tá vit møta til arbeiðis, og har var Signy í ferð við at gera morgunmatin kláran, men nú er hennara pláss tómt.

Góða Signy. Vit hava allar so ómetaliga nógv at takka tær fyri. Tað kennist so óveruligt, at tú ikki skalt vera ímillum okkum meira. Tað eru so mangir ósvaraðir spurningar, og tað er so nógv, sum vit kundu havt sagt hvørji aðrari.

Tú vildi havt fylt 67 ár nýggjársaftan, og ætlaði tú tá at gevast ar arbeiða, gerast pensiónistur og sostatt njóta títt otium. Men soleiðis skuldi ikki vera.

Vit hava djúpastu samkenslu við Ova, synum, verdøtrum, ommubørnum og systrum.

Vit lýsa frið yvir minnið um Signy Remberg.

 

Starvsfelagarnir