Eg fekk boðini, at nú var Tórir sløknaður. Tað tók mær so nær, tí nú kendi eg Tóra so væl. Men eg má siga, at hann var komin í ein høgan aldur og hann hevur havt sína heilsu líka til fyri hálvum ári síðan, tá eg fekk boðini um, at sjúkan var komin.
Eg kom at kenna Tóra suðuri í Dali á einari dansiferð, tá Eysturoyar Dansifelag kom at vitja Stígum Fast. Tórir kom at búgva í Stórhúsi. Tað er her, eg haldi til, tá eg eri í Dali. Síðan hava vit mangan práta saman. Bar hann eygað við meg, so vóru altíð hesi orðini hjá honum: Nú, hevur tú verið í Dali fyri kortum og hvussu hava tey tað har suðuri í Dali. Jú, Tórir var ein fittur maður og vildi vita, hvussu fólki høvdu tað, sum hann kendi.
Tá eg kom í føroyskan dans, so var tað næstan altíð, at Tórir var í dansi. Honum dámdi tað sera væl. Eg kom uppí Eysturoyar Dansifelag, har Tórir helt til. Einaferð fóru vit at vitja Sumbingar. Vit báðir, Tórir og eg, komu at búgva í sama húsi. Tað var bæði ein hugnalig og minnilig ferð. Vit vóru í Sumba tann 18. - 19. november 2005. Vit byrjaðu við, at elsti luttakari okkara, Tórir, sum var 87 ára gamal, skipaði Streingirsvísu. Út á náttina skipaði hann aftur og tók tvær stuttar vísir, Stærke Tidrik og Vaagen. Sumbingar tóku væl undir við. Jú hesin túrurin situr fast í minninum hjá mær, og dansurin gekk avbera væl, kvæðini hoyrdust langar vegir.
Tá vit skipaðu fyri tí almenna dansinum á Kyndilsmessu, var ofta at Tórir segði við meg: Ja, nú koma vit at dansa á Kyndilsmessu. Hann var spentur upp á hetta nýggja tiltakið hjá okkum.
Eg vil takka Tóra fyri árini, dansurin var her í bygdini. Hann var altíð til reiðar at skipa og byrja hetta dansikvøldið við lív og sál.
Eg kundi sagt meira um Tórir Thomsen, men tað eru tað ikki stundir til, tí tað er so nógv man kundi sagt frá. Óli Jacobsen hevur skrivað nógv um hann í Sosalinum tann 23. juli 2008. Har sæst hvar hann hevur verið og annað sum Tórir hevur fingið við ígjøgnum árini.
Eg vil hervið lýsa frið minninum og takka fyri lívs tíðina, sum vit hava kenst her á foldum.
Andrass Jcobsen, Haraldssund