Ongin av okkum vardi, at hann skuldi fara so bráddliga. Sum so ofta fór hann frá húsum hendan morgunin - ein túr út á Bakka og út í bátahylin, har hann átti so nógvar túrar, men at hetta skuldi verða hansara seinasti túrur, tað vardi ongan.
Vilhelm Andrew Arnholdson Hansen var navn hansara. Men í dagligari talu var hann bara nevndur Villi. Hann var sonur Brynhild, ættað av Slættanesi, og Arnhold hjá Dunga-Vilhelm í Sørvági. Børnini hjá teimum báðum, Brynhild og Arnhold, vóru sjey í tali. Í dag eru bara trý eftir á lívi. Við sínum 54 árum, var Villi nógv elstur av teimum, ið farin eru.
Hini børnini, sum deyð eru, vóru hesi: Vilhelm, føddur 26. januar 1943, deyður 28.januar 1944, 1 ára gamal, Jan, føddur í 1956 og deyður í 1980, 24 ára gamal, Anna Helena, fødd í 1964 og deyð í 1996, 31 ára gomul. Sjálvur doyði Arnhold í 2000. Hann var tá 92 ára gamal. Brynhild og Arnhold mistu sostatt trý av sínum børnum, meðan Arnhold enn var á lívi, og nú Arnhold er farin, misti Brynhild tað fjórða av børnunum. Tað má sigast at vera ein sera tung lagna.
10. august 1974 giftist Villi við Lisu, dóttir Nensiu og Theodor Thomasen í Sørvági; tey settu búgv Uppi á Kvíggj í Sørvági og fingu eitt barn, dóttrina Elin, sum er vaksin og gift við Heðin Jørgensen úr Miðvági. Elin og Heðin eiga tey trý børn - trý abbabørn, sum Villi var sera góður við, og tey vóru sera góð við abba sín. Villi var ein stillførur og vinsælur maður. Hann var ógvuliga góður við konuna, dóttrina, versonin og abbabørnini. Hann var sera góður við sítt heim, og gjørdi alt fyri at heimið skuldi vera so gott og fjálgt, sum gjørligt.
Villi gjørdi nógv av at ganga inn á gólvið hjá næstringum, vinum og kenningum, og dámdi sera væl at fáa eitt prát, serliga um farna tíð og um gamlar dagar. Regluliga kom hann inn á gólvið hjá foreldrunum, hjá sytkinum, hjá dóttrini, versoninum og abbabørnunum og hjá øðrum ættarfólki og hjá vinum og kenningum. Sum heilt ungur var Villi útróðramaður í Grønlandi. Tey seinastu nógvu árini arbeiddi hann í fiskiídaðinum í Sørvági. Sum hjávinnu hevði hann útróðurin við egnum báti.
Villi var ein sera nógv avhildin maður í heimbygdini. Tann óvanliga stóra mannfjøldin, ið komin var saman at minnast Villa, og at sýna honum tann seinasta heiðurin, tá hann varð jarðaður úr Sørvágs kirkju týsdagin 12. november, talar fyri seg og er eitt talandi dømi um, at Villi var nógv avhildin og hevði nógvar góðar og trúgvar vinir.
Nú Villi er farin leita okkara tankar til tín Lisu, til Elina, Heðin og børnini, til tín Brynhild, ið hevur mist so nógv, og til systkini hjá Villa, Tóru, Elinborg og Berta og til tykkara næstringar, hjúnafelagar og børn. Okkara vón er at Harrin má troysta og styrkja tykkum í sakninum og sorgini. Vit drýpa høvur í virðing og lýsa frið yvir minnið um Vilhelm Andrew Arnholdson Hansen.
????????????????????????????
Klaksvík, 23. november 2002.
Systkinabarnið Vilhelm