Ein ljómi av menniskjansligum kæti stóð um hana. Um hetta mundið vóru stórar dagføringar farnar fram í keysturskipanini um allan heim. Nunnurnar fingu síni dópsnøvn aftur, ið tær mistu, tá lyftið til kleysturlívið var givið. Pávin, Jóhannes 23, var sera liberalur og setti nógvar nýskipanir í verk. Av røttum var hann kallaður "hin góði pávin". Búnin, tað ótrivaliga, hvíta plaggið við høvuðsleipi, varð skift út við praktiskari búna, og loyvt var systrunum dagliga at ferðast einsamallar úti í býnum. Frammanundan mátti tær altíð vera tvær í fylgi. Heim at ferðast sloppu tær triðja hvørt ár. Onkur dømi vóru um, at tær ikki høvdu nærsambond upp í 30 ár.
Systir Cecilia var fødd í Norðurírlandi 7. februar 1930. Tey vóru 5 systkin, men doyði mamman frá barnaflokkinum, tá Cecilia var 4. Hetta var eitt stórt bakkast hjá pápanum, men ein fastir hjá børnunum í Skotlandi, tók á seg at ala upp tey 3 yngstu hjá sær í Glasgow. Hon hevði stóran handil um hendi og var ógift. Eitt av hesum trimum var Cecilia. Fastrina og Skotland var hon takksom fyri og kundi onkra merkisløtu í skúlanum dansa "scottish" fyri okkum. Hon var óvanliga kimilig og fótafim. Tá Cecilia fer úr skúlanum 16 ára gomul, fer hon heim til pápa sín í Norðurírlandi og sigur honum, at hon ætlar í kleystur og hevur valt bønarlívið og at tæna Gudi fult og heilt. Pápin skuldi geva samtykki, og var hann einki við uppá hetta. Men Cecilia stóð við sítt. Pápin sigur tá, at um fastir tín í Glasgow heldur tær til, nokti eg tær tað ikki. Fastirin lat Ceciliu sjálva taka avgerðina, men gav henni ein retur ferðaseðil, um hon kom í betri tankar. Men Cecilia stóð fast við sítt og fer í kleystur 17 ára gomul. Royndartíðin vardi í 3 ár, og fyrra nunnulyftið var givið. Tá er hon undir sjúkrasystraútbúgving. Skipanin miðar eftir, at útbúgving er neyðug innan skúla, sjúkra- og sálarrøkt og barnaansing.
##med2##
Tá endaliga lyftið var givið og Cecilia avlærd sum sjúkrasystir, fór hon í blóðfátæku dokkirnar í London at virka. Har vóru familjur, ið ikki áttu sýru í vegg, og harðskapur og harðrendur verumáti var gerandiskostur. Her var tørvur á hjálpararbeiði við lít, og systir Cecilia tók sær vandaliga av sárbæru skóleysu og skitnu børnunum. Hon tók mangan til hesa hørðu tíðina.
Skipanin er soleiðis, at man fer har, man verður send. Lýdni er eitt av høvuðsboðunum hjá systrunum. So tá boð eru eftir henni at koma á eitt orthopediskt barnasjúkrahús í Frankaríki, fer hon samvitskufull avstað. Hetta vóru børn, ið vórðu langtíðarinnløgd og seingjarliggjandi. Her byrjar hon samstundis at undirvísa, meðan hon eisini syrgir fyri sjúkrarøktini. Men so koma boðini um eitt skifti, og kallið er Føroyar. Tað var við ringum tannabiti, segði hon, tí henni dámdi so væl har.
"Og her kom eg til Føroyar ein vakran heystardag í 1964. Í somu løtu tók eg hesar grønu oyggjarnar til mín og hugsaði, góði Gud lat meg sleppa at vera her, tí hetta minnir meg so nógv um mítt barnaumhvørvi". Henda inniliga bøn, kann man siga, gekk henni á møti. Hýran vardi í heili 59 ár.
Systir Cecilia lærdi føroyskt væl og fór tvey ár seinni at undirvísa børnum, ið gingu sítt fyrsta skúlaár í Nonnuskúlanum, sum skúlin æt á gerandismáli í Havn. Tað lá raðið fyri, og tá hon var so fitt og blídlig, so tóku børnini hana til sín. Tað sóu vit í skúlanum og eisini mong ár seinni, at hennara næmingar høvdu umsorgan og alsk til hennara, tá hon var farin úr skúlalívinum. At systrarnar, ið komu úr fremmandum londum, tillagaðu seg so smidliga til føroysk viðurskifti, mál, mentan og tað fólksliga, eiga tær stórt rós fyri. Tær fylgdu fult og heilt við menningini og settu eingi krøv. Tær stuðlaðu øllum, sum føroyskt var og virdu høgt Merkið, tjóðsangin og føroyska dansin.
Tað sárliga, vit hava um okkara systir Ceciliu, er, at hon fær fráfaringarboð frá hægsta myndugleika í skipanini. Hon skal fara úr Føroyum aftur. Tá hevði hon fylt 92. Við sorg og lýdni góðtók hon avgerðina. Vit onnur hildu hetta vera eina miskunarleysa avgerð.
Tað var ein troyst fyri hana og okkum, at eitt ellisheim í Írlandi gjørdist valið at fara til. Og hon fór, men hjartað liggur eftir í Føroyum, segði hon ferð eftir ferð. Sambandið við hana var regluligt, og hava starvsfólk í skúlanum og onnur við verið í Dublin og vitjað. Á føðingardegnum 7. febr. sóu vit hana á skerminum, brosandi og veittrandi og enn tosa føroyskt. At hon so friðarliga gav upp ond nú í føstuni, kom óvæntað á okkum. Tað, sum eftir stendur er, at eitt langt, ríkt og meiningsfult lív er komið at enda.
##med3##
Tit vóru okkara grannar og tóku lut í øllum merkisløtum, sum vóru á skúlanum. Trúliga møttu tit upp og vóru ein partur av okkum og reyða skúlanum í Varðagøtu, ið tit settu á stovn fyri skjótt 95 árum síðani.
Fegin vildu vit fylgt tær út í kirkjugarðin her í Havn, har hinar fransiskanarasystrarnar liggja. Tað visti eingin betur enn tú, at tað var ætlanin. Men í lívinum góðtók tú avgerðir, ið myndugleikin gjørdi av og sættaðist við tað. Nú fært tú ta ævigu hvíldina í tínum føðilandi.
Nú tú ert farin inn um gylta liðið, minnast vit teg í takklæti. Í Kerit vart tú tann, ið lýsti upp inn í ellisár. Sárliga hava vit saknað teg. Hvíl í friði, okkara kæra systir Cecilia O´Hagan.
Vit øll í Sankta Frans skúla














