Minst 1000 trælir í Danmark

Tað eru serliga eysturevropeiskar og asiatiskar kvinnur, sum verða noyddar at liva sum skøkjur

Evroparáðið, Amnesty International og Reyði Krossur siga í einari nýggjari frágreiðing, at fleiri milliónir fólk liva sum trælir kring heimin, at at minst 1.000 teirra eru í Danmark.
Danska løgreglan sigur, at í Danmark eru tað serliga eysturevropeiskar og asiatiskar kvinnur, ið verða noyddar at arbeiða sum skøkjur, og sum liva undir trælakorum, skrivar Politiken.
Evroparáðið sigur tað vera ræðandi, at vit veruliga hava trælahald í Evropa í 21. øld, sjálvt um trælahald varð bannað fyri 150 árum síðani. Ráðið mælir sínum 45 limalondum til at geva teimum misnýttu kvinnunum betri atgongd til kreppumiðstøðir, heilivág, sálarliga hjálp og at tryggja teimum betri løgfrøðiliga ráðgeving.
Danska deildin hjá Reyða Krossi heldur ikki, at stjórnin hevur gjørt nóg mikið, men Bertel Haarder, ráðharri í innflytaramálum, sigur við Politiken, at hann er sinnaður at taka stig til at loysa trupulleikarnar.