Í minsta lagi fimm fólk eru dripin í álopinum á ein skúla í býnum Graz í Eysturríki í morgun.
Tað skrivar Kronen Zeitung. Blaðið sigur ikki, hvaðani tað hevur fingið upplýsingarnar.
Sambært upplýsingunum hjá blaðnum verður hildið, at illgerðarmaðurin er deyður. Viðkomandi verður hildin at vera ein næmingur á skúlanum, sum tók sítt egna lív eftir álopið.
Fleiri næmingar og lærarar eru álvarsliga særdir, sigur talsmaður hjá løgregluni við sjónvarpsstøðina ÖRF.
Løgreglan er til staðar í hópatali. Løgregluátakið hevur verið í gongd síðani umleið klokkan 9 okkara tíð.
Í einum uppslagi á X heitir løgreglan á fólk í økinum um at fylgja boðum frá løgregluni.
Løgreglan í Graz hevur ikki viðmerkt málið víðari, skrivar Reuters.
/Ritzau/