Vinmenninir Rasmus í Dali Kruse og Steingrímur Hentzarsson úr Havn eru á G! á triðja sinni.
- Fyri meg er eitt summar uttan G! óhugsandi. Her er fantastiskt at vera, har fólkini, atmosferan og góða lagið ger hetta til nakað heilt serligt, sigur 19 ára gamli Rasmus.
- Vit komu her mikudagin og búgva á tjaldingarøkinum, sigur Steingrímur, ið er 17 ára gamal.
Hóast teimum báðum havnamonnunum dáma festivalin væl, eru teir eitt sindur ónøgdir við ársins skrá.
- Tað manglar eitt ordiligt høvuðsnavn. Eg hugsi ikki bara um eitt útlendskt høvuðsnavn, men eg føli eitt sindur, at her mangla fleiri av teimum bestu í Føroyum eisini, sigur Steingrímur.
- Tó hava eisini verið fleiri góðar konsertir. Eitt nú vóru Swangah í gjár ordiliga góðir. Mær dámar ikki endiliga so væl rapp, men teir hava góðan boðskap og duga væl at framføra, sigur Rasmus avgjørdur.
At busta tenn er týdningarmikið - eisini á festivali. Hetta hava Rasmus og Steingrímur sannað.
- Tannbustina má ein hava við á festival. Eg gloymdi mína og var í gjár noyddur at koyra heim eftir henni, sigur Steingrímur flennandi at enda.