Enn er ógreitt, um nakar danskur ríkisborgari doyði í flogvanlukkuni í Madrid í dag Svenska uttanríkisráðið sigur í kvøld, at minst tríggir svenskir ríkisborgarar vóru í flogfarinum, sum fór út av flogbreytini í Madrid seinnapartin. Ein av sviunum er fluttur á sjúkrahús, men tað er ikki greitt, hvussu tað er vorðið við hinum báðum.
SAS hevur í kvøld hildið tíðindafund, men har varð einki sagt um, at nakar danskur ríkisborgari var í flogfarinum.
Felagið Spanair, sum SAS eigur, átti flogfarið, sum fór út av lendingarbreytini í Madrid. 140 fólk lótu lív.