Tað hevur gingið væl hjá kvinnuligu føroysku borðtennis spælarunum á oyggjaleikunum í dag. So væl, at Føroyar í minsta lagi fáa tvey heiðursmerki tá leikirnir í morgin verða lidnir.
Í einmansleiki hjá kvinnum hevur Henrietta Nielsen spælt seg í hálvfinaluna. Hálvfinaluplássið ber við sær, at hon í minsta lagi fær bronsu heiðursmerki fyri at koma so langt, tí at eingir bronsudystir verða leiktir, har taparin av hálvfinalunum fær bronsu heiðursmerkið.
Tað sama er galdandi í tvímansleiki hjá kvinnum, har Henrietta Nielsen og Durita Jensen, hava spælt seg í hálvfinaluna. Tær fáa tí í minsta lagi eisini bronsu heiðursmerki fyri at koma í hálvfinaluna.
Seinni í kvøld verða samrøður frá borðtennis kappingunum í dag tøkar á in.fo, har video av avgerandi bóltinum eisini kemur út.