OL
Kinesisku áskoðarnir yvirgóvu seg í hálvfinaluni millum Ísland og Spania. Fólkið frá Heimsins fólkaríkastu tjóð, sum sótu á áskoðaraplássunum í hondbóltshøllini róptu: ”Ísland Jia Yuu”, sum merkir ”Koyr á Ísland”. Íslendingar hava veruliga sett seg á heimskortið í dag. Og eftir, at hava kannað tað kann staðfestast, at Ísland er minsta tjóðin nakrantíð, sum hevur verið í einari finalu fyri A-landslið í einum endaspæli í liðítrótti. Sama um vit tosa um hondbólt, fótbólt, flogbólt, kurvabólt, landhokki, íshokki, vatnpolo, baseball ella softball. Litava hevur verið í nøkrum hálvfinalum í kurvabólti, og Uruguay hevur vunnið HM í fótbólti tvær ferðir, umframt, at Uruguay hevur verið í øðrum HM-hálvfinalum. Uruguay vann eisini OL-gull í fótbólti í 1924 og í 1928. Í Uruguay búgva 3.500.000 fólk, í Litava búgva 3.400.000 fólk, í Íslandi búgva 300.000 fólk. So talan er veruliga um nógv tað minstu tjóðina, sum hevur verið í einari finalu í einum endaspæli í liðítrótti. Tað verið seg OL, HM ella EM. Men stoltu og røsku íslendingarnir hava ikki latið seg tølað av íbúgvaratalinum, men hava í hondbólti havt tað, sum fasta slagorð sítt, at ”Vit eru 7 ímóti 7 á vøllinum.”.