Tað er fest og gleði á Velbastað í dag. Har kunnu tey av røttum taka undir við kvæðayrkjaranum, tá hann kvøður: »Ere vi små, så ere vi stærke!«
Elsti flokkurin í Velbastaðar skúla varð seinnapartin kosin vinnari av landsumfatandi skúlakappingini hjá SEV fyri 7. flokkar.
Velbastaðarbørn vunnu samanlagt ein bæði sannførandi og uppibornan sigur.
Kapping í tveimum pørtum og snúði seg um orkunýtslu og var í tveimum pørtum.
Fyrri parturin umfataði eina skrivliga uppgávu um vikuna tær sjey vikurnar, kappingin vardi, grundað á upplýsingar úr Ársfrágreiðingini hjá SEV.
Kristiana Rein, orkuráðgevi, og Annika F. Berg, HTU-leiðari, løgdu uppgávurnar til rættis og stóðu eisini fyri rættingini av teimum.
Í seinna partinum av kappingini skuldu flokkarnir gera uppskot til lýsingar um elorkusparing, har málbólkurin var ungfólk í aldrinum 13-16 ár.
15 flokkar luttóku í fyrra partinum og 14 í seinna partinum.
Úrslitið var, at 7. flokkur á Velbastað fekk flest stig bæði fyri skrivligar uppgávur og lýsingauppskot.
Høvuðsvinningurin í kappingini var ein vikuskiftistúrur fyri allan flokkin til Reykjavíkar við Atlantsflog.
Í fleiri ár var siðvenja í Velbastaðar skúla, at elsti flokkurin slapp ein túr til Íslands, tá hann gavst á skúlanum.
Henda skipanin varð tikin av fyri nøkrum árum síðani, og síðani er elsti flokkurin sloppin ein túr við sluppini ?Westward Ho? ístaðin.
Nú sleppur so elsti flokkurin aftur til Íslands, og tað fegnast bæði næmingar og lærarar teirra um. Ferðin verður seinni í hesum mánaðinum.
Luttók fyri fyrstu ferð
Hetta var fyrstu ferð, Velbastaðar skúli tók lut í skúlakappingini hjá SEV, og hann var samstundis minsti skúlin í kappingini.
Búi Dahl, lærari sigur, at kappingin stundum kendist somikið strævin fyri bæði næmingar og lærarar, at tey fleiri ferðir umhugsaðu at geva skarvin yvir. Hetta gjørdi seg serliga galdandi í sambandi við ta kreativu uppgávuna, sum kravdi nógv av teimum.
- Men tá tær báðar genturnar í flokkinum gjørdu greitt, at tær undir ongum umstøðum tóku undir við at sleppa endanum, gav hetta okkum øðrum nýggjan íblástur og orku til at halda fram, soleiðis at tað kortini eydnaðist okkum at koma á mál, og tað fegnast vit øll somul um í dag, sigur ein stoltur Búi Dahl.
Saman við honum løgdu Saranja Hammer og fyrsti lærarin, Joan Neshamar, næmingunum lag á.
SEV fer at brúka lýsingaruppskotið hjá velbastaðarbørnunum í lýsingarátaki, sum serliga verður vent móti ungum í aldrinum 13-16 ár til tess at eggja teimum at minka um elnýtsluna bæði á skúlanum og heima við hús.
Nógv onnur góð hugskot
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum var ein av dómarunum, segði eftir kappingina, at hann og hini í dómsnevndini vóru ovfarin av mongu góðu uppskotunum, sum flokkarnir høvdu latið úr hondum.
- Hetta gjørdi uppgávu okkara at velja tey bestu burturúr sera torføra, og hetta sigur nógv um støðið í kappingini, segði hann m.a., samstundis sum hann takkaði øllum flokkunum og skúlunum fyri luttøkuna.
Saman við honum sótu í dómsnevndini: William Smith, viðlíkahaldsstjóri í Atlantic Airways, Oddvá Nattestad, lærari, og Jenny Lydersen, leiðari á fólkaskúladeildini í Mentamálaráðnum.
Hinar virðislønirnar
Umframt Íslandsferðina, vóru fýra aðrar virðislønir latnar.
Aðru virðisløn, sum er ein bowlingtúrur + pitsa fyri allan flokkin, vann Ósaskúlin í Klaksvík.
Triðju virðisløn, sum er ein biograftúrur + pitsa til allan flokkin, vann Venjingarskúlin.
Fjórðu virðisløn - ein SEV-hettublusa í part til allan flokkin - vann Tórshavnar kommunuskúli.
Fimtu virðisløn - ein SEV-blusa í part til allan flokkin - vann 7. b á Eysturskúlanum.
Heimasíðan hjá SEV ynskir 7. flokki á Velbastaðar skúla tillukku við sigrinum og góða ferð til Íslands.