Misbrúkti báðar døtur sínar

Ein 51 ára gamal maður var í Føroya Rætti mánadagin dømur í tvey ára fongsul fyri kynsliga at hava misbrúkt tvær døtur sínar øll barnaárini

Eirikur Lindenskov


Tvey ára fongsul. Tey vóru boðini, ein 51 ára gamal maður fekk í Føroya Rætti mánadagin, tá dómur fall í einum máli, har ein maður varð skuldsettur fyri kynsligan ágang móti tveimum døtrum sínum.

Maðurin varð varðhaldsfongslaður 11. februar í ár, og á rættarfundinum fyri afturlatnum hurðum mánadagin tók hann við dóminum, sum um framt fongsulsrevsingina eisini álegði manninum at gjalda døtrunum 30.000 krónur í part.

Tann 51 ára gamli maðurin var dømdur fyri blóðskemd, fyri samlegu við eldru dóttrina, tá hon var 18 ára gomul og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við yngru dóttrina fyrstu ferð tá hon var sjey ára gomul og síðstu ferð tá hon var 15 ára gomul.

Maðurin varð kortini frídømdur fyri annað kynsligt samband við eldru dóttrina, tí hesar ákærur fullu fyri firningarfreistini. Eitt ár var millum tveir teir seinastu tilburðirnar, maðurin var ákærdur fyri, go tí helt rætturin ikki, at talan var um eina samlaða tilburðargongd.

Ákæruvaldið vildi annars hava harðari revsing, men av tí at so long tíð var liðin fráliðin, síðani seinastu tilburðirnar, sum vóru ávikavist á sumri í 1990 og á sumri í 1991, gjørdist revsingin linari.