Misnøgdir við samanlegging: Kollfirðingar gera uppreistur

Veljarar í Kollafirði melda seg nú úr fólkaflokkinum í uppreistri fyri at mótmæla býráðspolitikkinum síðani kommunusamanleggingina og tey fara aldrin aftur at stuðla flokkinum til býráðsval

Kommunusamanlegging

Áki Bertholdsen

? Tað hevur verið ein vanlukka fyri kollfirðingar, at vit løgdu saman við Tórshavnar kommunu.
Rólant Christensen í Kollafirði ivast onga løtu í, at tað kemur at kosta fólkaflokkinum dýrt, at kollfirðingar fáa so út av lagi vánaligar sømdir frá Tórshavnar Býráði.
Sjálvur hevur hann verið nevndarlimur í fólkafloksfelagnum í Kollafirði og í seks ár hevur hann verið virkin fólkafloksmaður í Kollafirði.
Men alt tað hevur nú fingið ein enda, tí hann hevur gjørt av at melda seg úr fólkafloksfelagnum í Kollagfirði fyri at mótmæla viðferðini, sum kollfirðingar hava fingið frá Tórshavnar Býráð.
Og tað skilst á honum, at hann er langt frá tann einasti, sum vendir fólkaflokkinum bakið.
?Fólkafloksfelagið í Kollafirði er í upploysingini og formaðurin hevur boðað frá, at felagið er tikið av.
?Eg fari aldrin aftur at atkvøða fyri fólkaflokkinum til býráðsvalið og fólkaflokkurin skal ikki gera sær nakrar sum helst vónir um at fáa umboð valt í Kollafirði aftur.
? So skal eg heldur velja sosialistiskt næstu ferð - og verða tikin á bóli tann positiva vegin, tá ið politisk stig kortini verða tikin tann borgarliga vegin, sigur Rólant Christensen.

Venda vinnuni bakið
Rólant Christensen minnist, at tey annars høvdu sett stórar vónir til at leggja saman við Tórshavnar Kommunu.
? Tey lovaðu okkum gull og grønar skógir, bara vit vildu leggja saman við Tórshavnar kommunu, bæði ítróttahøll og annað.
Kollfirðingar tóku seg eisini dyggiliga saman um fólkafloksmannin Jákup Suna Joensen, fyri at at fáa umboð í býráðið í Havn.
? Men samanleggingin hevur verið eitt stórt vónbrot tí síðani er tað bara blivið verri í Kollafirði.
Ikki minst tí at Tórshavnar Býráð fleiri ferðir tekur avgerðir, sum forðar vinnuni vinnuni í Kollafirði í at virka.
Rólant Christensen veit meiri enn eitt dømi um, at Tórshavnar Býráð hevur noktað vinnuvirkjum í Kollafirði at byggja ella at byggja út og tað hendir uttan stórvegis samskifti ella hóvasták, men rætt og slætt við fútabanni. Býráðið hevur viðhvørt ongantíð verið í sambandi við partarnar, sum verða steðgaðir.
?Fleiri virki høvdu lagt byggiætlanir onkur hevði projekterað og onkur hevði fingið byggiloyvi, men varð steðgaður aftur.
Sostatt er tað komið fyri, at Tórshavnar Býráði enntá annulerar avgerðir, sum gamla bygdaráðið í Kollafirði tók.
Samstundis vísir hann á, at Tórshavnar Kommuna í størri og størri mun tekur arbeiði frá privatu vinnuni.
?Fólkaflokkurin hevur altíð talað og skrivað um privat fyritakssemi, men í verki arbeiðir flokkurin beint øvugt og tekur meiri og meiri frá tí privata og leggur tað undir kommununa.
?Tórshavnar Kommuna hevur keypt nógva útgerð av alskyns slagi og tekur sostatt arbeiði frá privatu vinnuni.
? Í Kollafirði hava tað altíð verið privata vinnan, sum hevur havt eftirlit við gøtuljósum, fyri at nevna eitt dømi. Men síðani Tórshavnar kommuna yvirtók tað arbeiði hevur lítið skil verið í, tí tað er í heilum, at gøtuljós eru farin og tað er eisini hent, at allar lyktirnar á longum strekki hava verið brostnar.
Annars heldur Rólant Christensen, at ógvuliga lítið er hent í Kollafirði síðani samanleggingina. Og ítróttarhøllin, sum ætlanin nú er at byggja, varð eisini slept og nú er ætlanin at byggja eina nógv minni høll ístaðin, sum ikki kann brúkast til nakað sum helst.
? Tað hevði heldur onga ávirkan, at nógv húski við børnum savnaðu inn undirskriftir um busskoyringina fyri at beina hana burtur av tí smala bygdarvegnum, har børnini spæla og heldur brúka tann breiða vegin, tí hjá ferðafólki ger tað ongan mun - og tað eru ikki meiri enn 15-20 metrar ímillum busskýli hjá bygdaleiðum og tað hjá Bussleiðini.
Rólant Christensen leggur afturat, at skúlabarnaflutningurin er so vájnaligur, at hann rætt og slætt er við at forða børnunum úr Kollafirði at ganga í framhaldsdeild, tí nú skulu tey í 8.,9. og 10. flokk í Havn.
Men sambandið er so vánaligt, at tey mugu upp klokkan gott seks á morgni og við bussi úr Kollafirði klokkan 7.10 um morgnarnar og eru ikki heima aftur, fyrrenn kl. 16- 16-30.
?Sostatt hava børnini longri arbeiðsdag enn nakar í Býráðnum og tað sigur seg sjálvt, at tað er ikki nógv orka eftir til at skúlating eftir so langan dag.

Hjálpir onki
Kollfirðingurin sigur, at tey hava ferð eftir ferð bæði vent sær til býráðslimin hjá kollfirðingum, Jákup Suna Joensen og til aðrar býráðslimir um viðurskiftini.
?Antin er burturforkláringin tann, at hetta er ikki teirra øki, og er tað teirra øki, siga teir, at umsitingin sigur, at tað skal vera so ella so.
?Sostatt hava býráðslimir givið alt valdið í kommununi upp í hendurnar á umsitingini. Býráðið í Havn er tískil ikki eitt fólkavalt stýri, men eitt embætisvald.
? Tað nyttar heldur ikki at tosa við fólkafloksfelagið í Kollafirði, tí haðani fæsr onki svar uttan tað, at felagið er ikki til longur.
Tí heldur hann, at royndirnar av samanleggingini eru so vánaligar, at tað fer at hevna seg aftur hjá fólkaflokkinum til komandi býráðsval.