Partrolararnir og djúpvatnstrolararnir hava fingið eina felagskvotu av makreli. - Tað ávirkar á tann hátt, at vit allir mugu út at fiska nú, meðan okkurt enn er eftir, og tí fáa vit minni fyri makrelin, sigur Hanus Hansen, stjóri í JFK samtakinum.
Hendan felagskvotan elvir til olympiskt fiskarí, tí tað ræður um at fiska sum mest, áðrenn kvotan verður uppi.
Tað merkir, at JFK og hinir í vinnuni mugu út at fiska makrelin nú, heldur enn seinni,og tað hevur fleiri avleiðingar við sær.
Ein avleiðing er, at makrelurin í minsta lagið fer fyri 3 krónur minni pr. kilo, ennum fiskað varð í august ella seinni.
Ein onnur avleiðing er, at eitt nú virkið Tavan liggur stilt nú nakrar vikur, tí skipini hjá JFK vanliga vildi latið Tavuni gulllaks í hesum tíðarskeiði, men gulllaksaveiða má víkja, meðan fiskað verður eftir makreli.
Hoyr samrøðu við Hanus Hansen, stjóri í JFK, við at trýsta á pílin undir myndini.