Kári Mortensen, lærari í studentaskúlanum í Hoydølum.
Útvarpið bar mikukvøldið tey tíðindi, at Landsstýrið hevur givið Mentamálaráðnum boð um at fyrireika umfatandi broytingar í miðnámsútbúgvingunum.
Nú veit eg ikki, um útvarpið hevur gjørt sær ómak at bera tíðindini rætt - tað vil siga, um tað passar, at Landsstýrið grundað á danska gymnasiereformin heldur tíðina vera búna til ta heilt stóru fusiónina av miðnámsútbúgvingunum í skúladepil í Marknagili.
Fryktandi er tó fyri, at tíðindini eru røtt. Vit vita jú, at sterkar kreftir í politisku skipanini arbeiða fyri einum skúladepli í Marknagili. Og pínligt er tað, um politikkarar og embætisfólk í síni ivrigheit eftir at fáa gongd á aftur hálvavegna steðgaða projektið í Marknagili við vilja ella óvitandi misbrúka danska gymnasiereformin í eini "hensigten helliger midlet" herferð.
Niðanfyri standa nøkur brot um danska reformin, sum eru tikin úr Uddannelsesguiden.dk " Reform af de gymnasiale uddannelser"
Í Danmark er altso framvegis talan um 4 ymiskar útbúgvingar við 4 ymiskum hálvárs innleiðsluskeiðum. Eitt skifti millum útbúgvingarnar er bara ætlað teimum, sum eftir eitt hálvt ár halda seg hava valt skeivt og ynskja at skifta útbúgving. Haraftrat hevur næmingur, sum skiftir útbúgving sjálv/ur ábyrgd av at innheinta tað írestandi í nýggju útbúgvingini.
Eg vil við hesum staðiliga vísa á, at nýggja danska skipanin als ikki leggur upp til fusiónir av miðnámsútbúgvingum, sum summi við nógvum valdi kundu hugsað sær.
Pláss er ikki her at fara longur inn í tjakið um broytingar í miðnámsútbúgvingunum. Stutt kann sigast, at vit vita øll, at okkara miðnámsútbúgvingar (og ikki minst studentaskúlin) eru tætt knýttar at donsku útbúgvingunum. Tað er skilagott framvegis at hava hetta tilknýti, eisini at gera broytingar samsvarandi donskum broytingum og samstundis at gera broytingar á teimum økjunum, sum serliga viðvíkja okkara egnu viðurskiftum.
Kanska hava vit sum fakfólk ikki verið nóg góð at greiða frá okkara sjónarmiðum. Men boðskapurin hesuferð er: Verið varðin við bygnaðarbroytingum, blandið ikki orðini bygningur og bygnaður saman. Hyggið væl at verðandi miðnámsútbúgvingum og serliga teimum kvalitetum, tær hava hvør sær.