Mistøkini kostaðu dýrt

Rumenia var nakrar styrkisflokkar omanfyri Føroyar, men tað var harmiligt at síggja, hvussu fimm persónlig mistøk í roynd og veru kostaðu dystin

Fótbóltur

 

Royndir eru nakað, sum ein fótbóltsspælari bert fær við at spæla dystir. Og í so máta vóru føroysku U21-spælararnir eina stóra roynd ríkari, tá teir fóru av vøllinum eftir 4-0 tapið móti Rumenia leygardagin.

Týdningarmesta royndin av øllum var hesaferð ævigi sannleikin um, at á toppstøði verða persónligu mistøkini revsað uttan stórvegis náði.

 

Málini og útvísingin

Ofta verður tikið til, at so at siga øll mál í fótbólti eru úrslit av villum hjá mótstøðuliðnum. Nú skulu vit ikki seta prosentir á, hvussu neyvur hesin sannleikin er, soleiðis generelt. Men leygarkvøldið var sannleiksvirðið í útsøgnini í øllum førum um tey 100 prosentini.

Fyrsta rumenska málið var kanska ein perla, tá Rusescu høgdi bóltin uppí samankomingina úr 25 metrum. Men mistakið var, at sami Rusescu mest sum ótarnaður slapp at trekkja inn í vøllin og leggja sær bóltin til rættis, áðrenn hann varð tacklaður av Frank Poulsen, sum ikki var heilt á tærnum.

Tað var Dánjal Davidsen heldur ikki, tá Rumenia økti til 2-0. Rumenar høvdu longu upp til fleiri ferðir víst klassiska spælistílin, har smáspæl í einum borði endaði við diagonalskifti út á kantin. Hesa ferð varð fríspark tikið skjótt úr vinstu til høgru, og so hevði driblisterki Gingioveanu ongar trupulleikar við at seta Dánjal av, áðrenn hann kíndi bóltin yvir í handara síðunet.

3-0 málið var aftur úrslit av rumenska skúlanum. Hesa ferð kom skifti úr høgru til vinstru, har Gingioveanu hevði rúmar ræsur aftan fyri Pætur Jørgensen, og so kundi hann leggja inn til ein púra blankan Rusescu, sum kundi skjóta sítt næsta mál.

Seinasta seymin setti Rumenia í eftir føroyskt horna. Okkara menn høvdu gloymt alt um gamla lærusetning, sum sigur, at ein maður altíð skal samla upp uttan fyri brotsteigin. Og so var framúr evnaríki Torje ísakaldur, tá hann varð spældur leysur.

Millum triðja og fjórða málið varð føroyska liðið eisini skert, tá Trygvi Askham fekk reytt kort. Pætur Jørgensen var ikki nóg ansin við afturlegging, og so mest sum refleksbjargaði Trygvi við arminum uttan fyri brotsteigin.

 

Yvirveldi

Persónligu mistøkini eru sjávlandi nakað, sum bæði spælarar og venjarar iðra seg um í dag. Men samstundis er veruleikin, at føroysku spælararnir fyri tað nógva vórðu kroystir til persónligu mistøkuni.

Rumenska liðið verður saman við Russlandi mett sum sterkasta liðið í føroyska undankappingarbólkinum, og langar løtur av dystinum fingu okkara menn eisini at síggja, at so var.

Fyrsta lítla løtan var eitt langt rumenskt álop, og tað tók sína rúmu tíð, áðrenn fjálturin hevði lagt seg hjá føroyska liðnum. Automatisman í verjupartinum var langt ífrá til staðar, tí liðið bert hevði spælt tann eina dystin saman, og fyrstu løtuna var tað einvíst Rógvi Holm, sum hevði neyðugu skjótingarnar í spælinum uttan bólt.

Tað var eisini merkisvert, at okkara ikki veruliga satsaðu í deyðbóltsstøðunum. Gaman í vórðu stóru menninir fluttir niðan, men tað tóktist, sum varð ikki nóg nógv energi lagt í hesar støðurnar, og tí fekk hóttanin frá stóru monnunum sjáldan neyðugu tyngdina.

Trýstið á føroyska liðið linkaði tó eftir fyrstu 10 minuttirnar. Ikki minst tí okkara spælarar spakuliga trúðu uppá, at teir eisini kundu spæla við. So skjótt nakrar samanhangandi sendingar fingust í lag, fingu okkara tíð og pláss at koma eitt sindur niðan á vøllin, og so gjørdist trýstið frá rumenum ikki heilt so hart longur.

At rumenia hevði vunnið sær trygga leiðslu undan steðginum, bar eisini sínar fyrimunir við sær. Teir gulu tóktust taka tað meira róligt eftir steðgin, og tá føroyingar samstundis høvdu hvílt seg, var frægasta løtan fyrsta lítla korterið eftir steðgin. Ikki minst eydnaðist tað okkara væl at vinna bóltin uppi á vøllinum, soleiðis at vegurin til mótstøðumálið var stuttur. Og við bara eitt lítið sindur av hepni kundu okkara eisini skapt spenning aftur í dystin hesa løtuna. Ein løta, sum tó fekk ein bráðan enda við 3-0 málinum og síðani útvísingini av Trygva Askham.

 

A-kandidatar

Mest av øllum so er tað tó framvegis so, at U21-landsliðið er klekingardepil hjá A-landsliðnum. Og tí eru einstøku hæddarpunktini kanska fult so áhugaverd, sum sjálvt úrslitið er tað.

Og tað er eingin ivi um, at Brian Kerr, sum var millum áskoðararnar, kundi notera sær nøkur nøvn á listan yvir spennandi kandidatar til A-hópin.

Í verjuni prógvaði Rógvi Holm, at hansara menning gongur við fullari ferð, og at hann er framtíðar maður hjá A-landsliðnum, og tað sama gjørdu teir tríggir sentralt á miðvøllinum. Christian Restorff Mouritsen er kanska ikki heilt í dystarvenjing enn, og tí kom hansara potentiali mest til sjóndar í glottum. Odmar Færø arbeiddi knallhart og skilagott á defensiva miðvøllinum, og Kristoffur Jacobsen gjørdist bara betri, sum dysturin leið.

Longu týskvøldið sleppa somu menn aftur at prógva sítt virði sum komandi A-landsliðsspælarar, men tað er tó ikki víst, at talan verður um teir somu ellivu. Bæði tí summi avrik vóru ikki heilt so sannførandi, men eisini tí tað uttan iva er skilagott við nýggjum kreftum, tá talan er um tvær somikið krevandi uppgávur innan somikið stutta tíð.