Mistøkini skulu beinast burtur

Illa sperda AB fær vitjan av fegnum víkingum

Víkingarnir eru á veg suður á Argir. Sunnukvøldið vóru teir ovurfegnir eftir 2-1 sigurin á heimavølli ímóti B36.

-Vit stríddust fyri søkini, og tað var uppiborið, at vit vunnu fulla úrtøku. Tað er einki at liggja omaná, at tað var trýst á okkum, eftir at vit einki fingu burturúr tøttum uppgerðum á útivølli ímóti HB og á heimavølli ímóti NSÍ. Nú er avbjóðingin at hava fult fokus á uppgávuni á Argjum í kvøld, sigur Víkinga venjarin Maurice Ross.

Sunnudagin var Hans Jørgen Djurhuus leikbannaður. Hann verður við aftur í kvøld.

 

AB tapti sunnudagin 3-1 í Klaksvík.

-Tað var ov fjáltursstungið í fyrra hálvleiki, tá ið vit ikki vóru nóg avgjørdir í nærdystunum og ikki bjóðaðu okkum nóg væl fram í samanspælinum. Í seinna hálvleiki var tað væl betri, og vit vóna, at hugburðurin verður tann sami í kvøld ímóti Víkingi, sum hann var seinna hálvleik í Klaksvík. Um tað skal eydnast at vinna stig, so er tað neyðugt, at persónligu mistøkini vera færri, tí vit verða sektaðir fyri tey ímóti teimum stinnaru liðunum, sigur Jobin Drangastein hjá AB.

 

John Tordar Poulsen, sum var ætlaður at vera fremsti maður, spældi ein hálvleik ímóti Skála. Hann var ikki við í Klaksvík, og nú er hann givin á Argjum. Hørður Tórsson og Bjarni Skála eru skaddir.

 

Seinast AB hevði vitjan av Víkingi var 22. oktober í 2016. Tá vann Víkingur 3-1, og eftir síðsta bríksl fegnaðust víkingarnir um FM heitið, meðan AB takkaði fyri seg og flutti niður í næstbestu deildina.