Mista Paradísið

Í Sosialinum nr. 190 frá 08/10-98 er prentað ein longri samrøða við tjóðveldissjálvstýrislandsstýrismannin Høgna Hoydal.

Høgni verður endurgivin fyri at siga: »Eg vil ikki pástanda, at Føroyar vera nakað paradís, tá vit hava fingið fullveldið. (?) Og tað er eisini endamálið við fullveldinum«.

Rætt skal vera rætt. Orðini eru tikin úr samanhangi, t.e. at parantesin fjalir út yvir frágreiðingina um, hví Føroyar ikki vera nakað paradís eftir fullveldið, men hesa argumentatiónina haldi eg ikki neyðugt vera at endurgeva. Tað, sum umræður er, at vit nú vita, hvat tað er Høgni Hoydal og Tjóðveldisflokkurin ynskja við fullveldinum.

Í greinini skjýtur Høgni til høgru og veinstru við ákærum um ósakligheit og væntandi seriøsitet frá kritikarum sínum. Nú skal sigast, at sakligheit og seriøsitetur hevur ikki altíð verið eyðkenni fyri arbeiði landsstýrismansins. Í sínari lestrartíð í Keypmannahavn fyri 4-5 árum síðani, legði Høgni Hoydal stóra orku í at køva eitt spírandi felagsvirksemi millum føroyskar útisetar har. Hansara lutur í tí arbeiðinum var ikki tyngdur av seriøsiteti og sakligheit.

Ætlanin var at stovna eitt felag, sum skuldi skipa fyri fundum og orðaskiftum um føroysk viðurskifti og framtíð Føroya. Felagið skuldi sjálvsagt vera politiskt óheft. Hetta seinasta átti at verið tryggja, harvið at stigtakararnir báðir hoyra til á hvør sínum politiska útivongi.

Men Høgna Hoydal fall hetta initiativið fyri bróstið. Undan stovnandi aðalfundinum gjørdi hann eitt so dygt arbeiði til tess at undirgrava ætlaninar hjá stigtakarunum, at úrslitið var, at felagið var av ongum. Fremsta grundgevingin hjá Høgna Hoydal var ta ferðina, at hann ræddist fyri at ætlanin í veruleikanum var at skipa ein stongdan »klubba«, har bara tær »røttu« meiningarnar sluppu framat.

Nú er Høgni Hoydal sjálvur vorðin óformligur formaður í einum ideologiskum klubba, hvørs endamál er at sannføra føroyingar um, at einasti vegurin fram, er fullveldið - so kemur alt hitt aftaná. Fyrst skulu føroyingar hava tað ringt í nøkur ár, so verður alt betri seinni. Hetta er sama góðsi, sum so nógvir valdsharrar áður hava prædika fyri tegnum sínum, til tess at fáa teir at tola allan tann mótgang, sum valdsharrin beyð teimum, oftast tí at hann var ódugnaligur og snævurskygdur ella bara maktsjúkur.

Høgni Hoydal roynir at tala til kenslurnar hjá fólki, og eg skal ikki taka dagar í millum hvørt hetta eydnast honum væl ella ikki. Men eitt er vist: Skilagóðar avgerðir verða sjáldan tiknar í sinnismuni!

Eg eri stórliga í iva um, hvat tað er Høgni Hoydal veruliga hevur í kvittanum. Trýr hann veruliga sjálvur uppá síni stóru orð? Ella er talan kanska um, at fjølmiðlamaðurin er í holt við eitt ovurstórt eksperiment í demagogi, har Føroya fólk er óvitandi luttakari? Hví er tað Høgna Hoydal so um at gera, at trútta niður í øll tey, sum hugsa øðrvísi enn hann, at tey eru óseriøs og ósaklig? Hví tekur hann ikki í egnan barm, og gongur sínum kritikarum á møti við sakligari og seriøsari argumentatión, ístaðin fyri bara at siga tey vera býtt og ólátaði?

Tað var tann tíð, tá eg helt Høgna Hoydal og meg stevna nakað somu leið í sjálvstýrisspurninginum. Vit hildu báðir heimastýrisskipanina verða ótíðarhóskandi, og vit hildu eina endurnýggjan av skipanini vera neyðuga til tess at geva rúm fyri politiskari menning í Føroyum. Vit vóru báðir á einum máli um, at politiska umhvørvi í Føroyum er óbúgvið, og hevur brúk fyri avbjóðingum og umskipanum til tess at mennast. Og ikki minst, haldi eg vit vóru samdir um, at vælferðarsamfelagið er vert at verja.

Men tann tíðin er farin, og Høgni stevnir nú aðra kós. Nú skal ikki endurnýggjast, nú skal kollveltast. Nú ikki mennast og umskipast, nú skal bera ella bresta. Og endiliga er Høgni Hoydal komin so langt í hugsjónarligu menning síni, at hann nú er til reiðar at ofra vælferðarsamfelagið við tí eina endamáli: At heitið »fullveldi« kann setast á Føroyar.

Eg haldi avgjørt orsøk vera til, at seta spurnartekin við motivini hjá Høgna Hoydal. Undan valinum legði Høgni Hoydal doyðin á, at danski stuðulin til Føroyar gjørdi hvørki frá ella til í føroyska búskapinum. Í dag sigur Høgni Hoydal, at gongdin ímóti fullveldi fer at fáa búskaparligar avleiðingar.

Og rætt hevur hann. Tá ein triðingur av Løgtingsins fíggjarlóg hvørvur sum døgg fyri sól, so er hetta í sær sjálvum ein búskaparlig ávirkan, sum sanniliga fer at fáa avleiðingar fyri føroyska búskapin.

Hetta er tað sum stríði átti at staðið um: Orka vit (einstaki veljarin) at fara undir eitt starv, hvørs endamál er politiskt og búskaparligt frælsi, hóast hetta samstundis veitir okkum tyngri og ódyggari lívsumstøður?

Semja er um, at livifóturin í Føroyum fer at lækka, um føroyski búskapurin skal vera danska blokkstuðulin fyri uttan. Semja er eisini um, at soleingi føki búskapurin er heftur at donskum stuðli, so fylgja treytir við, sum skerja politiska rásarúmið í Føroyum. Tey, sum vilja hava størri politiska rásarúmd, mugu taka støðu til avleiðingarnar av einum lækkandi livifóti. Tey, sum ynskja ein støðugan livifót, mugu taka støðu til avleiðingarnar av skerdum politiskum rásarúmi. Hví vil Høgni Hoydal ikki tosa um hesa tvístøðu? Hví sær Høgni Hoydal seg noyddan til at kalla tey óseriøs og ósaklig, sum hava eina aðra prioritering av tvístøðuni enn hann? Tað er væl ikki illegitimt at hugsa um vælferðina hjá børnum sínum, áðrenn hugsað verður um tað psykologisku effektina av at lýsa Føroyar sum fullveldi!?

Trupulleikin hjá Høgna er, at í paradísi, er bert ein sannleiki. Tíverri hevur Høgni enn ikki hitt ormin, og tískil eigur hann ikki evnini at ivast. Men afturfyri er Høgni enn í paradísi. Ella við øðrum orðum: Høgni Hoydal trívist ov væl í vissu síni um egið lýtaloysi, til at hann tímir at lurta eftir, hvat medmenniskju hansara siga og hugsa. Men hvussu leingi var Adam í paradísi?

Høgni Hoydal hevur ongan hug til at geva kritikkarum sínum orðið, tíansheldur at viðgera kritikkin sakliga og seriøst. Tað kann neyvan sigast at vera serliga sakligt ella seriøst av landsstýrismanninum, at einasta hann hevur at svara kritikarum sínum er at skíra teir óseriøsar og ósakligar. Men hansara starv er at argumentera alment raionelt fyri einari ávísari kensluligari prioritering - og tað ber ikki til. At Høgni Hoydal ikki sjálvur hevur skilt tað ómøguliga í arbeiðssetningi sínum sáðar í sjálvum sær iva um hansara kvalifikatiónir sum navigatørur á føroysku sjálvstýrisskútuni.


Hoyvík, 14.10.98

Jóanes N. Dalsgaard