Misti høgra arm í arbeiðsvanlukku

Men, hóast skerdar førleikar, hevur hann prógvað, at tað ber til at seta sær stór mál. Mánakvøldið fer Hávard Vatnhamar at halda fyrilestur í Leirvík.

 

Hávard Vatnhamar umboðaði Føroyar á Paralympisku leikunum í Tokyo.

Mánakvøldið 18. oktober klokkan 19.30 verður forvitnisligur fyrilestur í miðhøllini í Leirvíkar skúla, har leirvíkingurin, Hávard Vatnhamar, fer at greiða frá. 

 

Hann umboðaði Føroyar á Paralympisku leikunum í Tokyo, sum vórðu hildnir í august/ september í ár.

 

- Hávard fer at greiða frá sínum lívi og um, hvussu hann hevur sett sær mál, og hvussu hann hevur arbeitt fram ímóti at røkka hesum málum.

 

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu verður greitt frá, at Hávard, sum sleit sínar barnaskógvar í Leirvík, saman við familju síni flutti til Danmarkar, tá hann var 14 ára gamal.

 

- Ein arbeiðsvanlukka gjørdi, at Hávard misti høgra arm.  Men, hóast skerdar førleikar, hevur hann prógvað, at tað ber til at seta sær stór mál og stremba eftir at náa tey, sum luttøkan á Parolympisku leikunum eisini er eitt prógv um.

 

Hávard Vatnhamar er errin av at vera føroyingur, og hann fer eisini at greiða frá, hvønn týdning tað hevur fyri hann at umboða Føroyar í tí, hann ger.

 

- Fyrilesturin er ókeypis, men høvi verður at lata ein peningagávu til Svan, sum er felag í Eysturoy fyri børn, ið bera brek, siga tey í Eysturkommunu.

 

Hávard Vatnhamar umboðaði Føroyar á Paralympisku leikunum í Tokyo.