Misti ytsta liðin á trimum fingrum

Ein arbeiðsvanlukka var í einum av stóru timburhandlunum í Havn leygardagin. Ein maður, sum arbeiddi við einari stórari sagimaskinu, fekk tríggjar fingrar í klemmu í maskinuni, og hann misti ytsta liðin á teimum trimum fingrunum.
Vakthavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at málið er farið til Arbeiðseftirlitið, sum kannar umstøðurnar kring tilburðin leygardagin.