Mistonktir IS-limir handtiknir í Turkalandi

115 fólk undir illgruna fyri at vera limir í Islamskum Stati, IS, eru handtikin í einum stórum átaki hjá løgregluni í Turkalandi.

Illgruni er um, at IS-limir ætlaðu at leypa á jóla- og nýggjárshald millum ikki-muslimar í Istanbul. (Savnsmynd). - Mynd: Khalil Hamra/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir ákæruvaldið í Istanbul hósdagin, sambært tíðindastovuni Reuters.

Hildið verður, at teir ætlaðu at fremja álop í sambandi við jóla- og nýggjárshald í Turkalandi.

Álopini skuldu vendast móti ikki-muslimum, stendur í dagføring frá ákæruvaldinum.

Tilsamans hevur verið leitað á 124 støðum. 115 av tilsamans 137 fólkum, sum myndugleikarnir eftirlýsa, eru handtikin.

Tað er óvist, júst hvussu nógvar limir Islamiskur Statur hevur. ST metir, at tað eru stívliga 10.000 limir í kjarnuøkjunum hjá IS.

 

/Ritzau/

 

Illgruni er um, at IS-limir ætlaðu at leypa á jóla- og nýggjárshald millum ikki-muslimar í Istanbul. (Savnsmynd). - Mynd: Khalil Hamra/Ritzau Scanpix