Ì gjárkvøldið kundi enda galið hjá einum bilførarar, sum var á veg til Vestmanna. Mitt sum hann koyrdi datt eitt av hjólunum undan bilinum, men tíbetur hendi ikki annað enn tað, at bilurin stóð.
Onkuntíð hevur ljóðað, at herverk er framt á bilar við tað, at møtrikkarnir, sum halda hjólunum, eru loystir, men løgreglan sigur, at illgruni er ikki um tað, í hesum føri. Kanningar vístu nevniliga, at stykkið, sum hjólið er fest í, var brotnað, og tí datt hjólið av.