Hóskvøldið vann FC Midtjylland 2-1 á B36 á heimavøllinum í Herning. Sunnudagin var FCM í Farum. Tá ið FCM tíðliga í 2. hálvleiki økti til 2-0, bendi alt á, at teir enn eina ferð skuldu fara sum sigursharrar av vøllinum, men soleiðis gekk tað ikki. Mótsatt B36, sum á Skála vísti seg eiga nógva orku, tá ið tað mest galt um, so fóru teir í FCM niður við nakkanum. Heimaliðið kom fyri seg, og teir skoraðu sigursmálið til 3-2, tá ið tað restaðu tveir minuttir.
Sigurin bar við sær, at FCN lætti sær úr botninum, og FCM tapið bar við sær, at teir ikki lættu sær fram millum fýra tey fremstu soleiðis, sum tað leingi sá út, at teir skuldu gera.
2-0 AaB sigurin á Esbjerg lyfti Súna Olsen og teir upp á síðuna av Esbjerg. Hesi liðini, sum tað verður roknað við fara at gera um seg í ovaru hálvu, eru framvegis niðarlaga. Aftast er AGF. Leygardagin taptu teir 4-0 á heimavølli móti OB. Tað verður roknað við, at AGF venjarin, Søren Åkerby, sum, tá ið hann kom úr Stokholm og til Århus fyri einum stórum ári síðani, segði seg ætla at gera AGF til meistarar innan stutta tíð, situr leysur í saðlinum. AGF hevur bara fingið eitt stig burturúr fimm teimum fyrstu umførunum.
Sæð við føroyskum eygum var tað merkisvert, at metið, sum Todi Jónsson higartil hevur átt sum tann útlendingurin, ið hevur skorað flest mál í superliguni, leygardagin fall í Århus. Nýggi metmaðurin er Mwape Miti úr OB. Hann skoraði tvey av OB málunm móti AGF og lyfti seg harvið upp um tey 68, sum Todi skoraði á besta FCK liðnum.
Horsens, sum heldur ikki hesa ferð hevði pláss fyri Johan B. Hansen millum teir fyrstu ellivu, er næstaftast. Hesa ferð fingu teir eitt stig á heimavølli móti meistarunum úr Brøndby. Úrslitið var 0-0.
Sønderjyske hevur saman við AaB og Esbjerg fýra stig. FCK vitjaði í Haderslev, og høvuðsstaðarmenninir fóru til hús aftur við øllum. Teir verða mettir at spæla alt annað enn undirhaldandi, men teir fáa fult so at siga hvørja ferð. FCK vann 1-0. Nýggi norski vinstri vongverjin, André Bergdølmo skoraði málið í 41. minutti.
FCK sigurin, og tað at hvørki Brøndby ella Viborg fekk fult bar við sær, at tað nú eru trý oddalið - Brøndby, FCK og Viborg. Viborg spældi 1-1 í Silkeborg.
Í sætta umfarinum verður spælt soleiðis. Leygardagin 20. august Brøndby-FCN, sunnudagin 21. august FCM-AGF, OB-SønderjyskE, AaB-Silkeborg, Esbjerg-Horsens og FCK-Viborg.