Í morgun var felags tíðindafundur hjá Elfelagnum SEV og danska el- og orkufelagnum DONG Energy í Müllers Pakkhúsi í Havn í sambandi við at partarnir eru komnir ásamt um at gera eina samstarvsavtalu, sum varð almannakunngjørd og undirskrivað á fundinum.
Verkætlanin hevur fingið navnið Grani, og tað er Johan Mortensen frá felagnum Baldursbrá, sum saman við SEV hevur tikið stig til verkætlanina.
Í sambandi við fundin høvdu feløgini bæði fingið til láns ein Mitsubishi iMiEV elbil, sum varð sýndur fram og royndarkoyrdur eftir tíðindafundin.
Milum tey sum royndarkoyrdu bilin vóru Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Eftir at bilurin varð royndarkoyrdur, var hann koyrdur til bilasøluna Ivan Johansen Bilar við Hoyvíksvegin, sum er Mitsubishi umboð í Føroyum. Har var eisini høvi hjá áhugaðum at síggja og royndarkoyra bilin.
Tey sum royndarkoyrdu bilin, vóru samd um at bilurin var ein sera positiv uppliving. Hann er sum ein vanligur bilur at koyra. Størsti munurin er tó at hann er so gott sum fullkomiliga ljóðleysur.
Mitubishi iMiEV er ein tann mest væl virkandi og framkomni elbilur til dags dato. Konseptið við Mitsubishi iMiEV er ein eldrivin persónbilur við plássi til fýra vaksin, sum als ikki dálkar og er kvikur og lættur at handara í ferðsluni. El-motorurin hevur 64 hk og hægsta snúningsmomentið er upp á 180 Nm, sum ger bilin eins kvikan og ein miðalklassabil við bensinmotori. Bilurin verður drivin av bakhjólunum, toppferðin er 140 km/t, og hann kann umleið 150 km upp á eina løðing.
Navnið iMiEV kemur at bilurin er bygdur til elbil yvir ein Mitsubishi i og MiEV stendur fyri Mitsubishi innovative Electric Vehicle.
Vit royndarkoyra bilin í dag og hava meira um hann á bilasíðunum í blaðnum í morgin.