Míttland: Gera enn klárt á Amager

Tað eru nógvir smálutur, sum skulu fáast uppá pláss, nú tað nærkast til stóra konsertdagin á Femøren, sum byrjar í morgin. 

 

- Gudmundur er júst farin út á Amager við einari borimaskinu, ein postmaður er akkurát komin við armbondunum, og vit aðrir royna at samskipa tað síðsta. Tað er nógv, sum skal fáast uppá pláss nú, sigur Gissur Patursson, tá hann verður spurdur um hvat nú er eftir at gera. 

 

Ein ørgrynna av tónleikarum fara í morgin at spæla fyri útisetum í Keypmannahavn, og umframt tónleik vera eisini áhugaverdir básar á økinum. 

 

 

- Vit fara at borðreiða við sushi, turrum fiski, fiskasúpan, heimagjørdari kaku og kaffi og nógvum øðrum. Og haraftrat verður føroyskt design av ymsum slag at síggja, greiður Gissur Patursson frá. 

 

Tað er í morgin klokkan 13.30, at fyrsta konsertin verður, og er tað Stanley Samuelsen, sum leggur fyri.