Mjølnir greiddi skyldina

ÍF-Mjølnir 0-3 (17-25, 23-25, 23-25):
Sigurin hjá Mjølni á Kambsdali var ikki óvæntaður, men tað er ein spurningur hvussu nógvan mun hann fer at gera í síðsta enda

Flogbóltur

Mjølnirkvinnurnar gjørdu sína skyldu og vunnu 3-0 á Kambsdali, men spurningurin er, hvussu nógv tað fer at muna, tá samanumkemur.
Tí tær eru enn tvey stig aftanfyri TB og hava nú eisini leikt ein dyst fleiri enn TB-kvinnurnar, sum hava lagnuna í egnum hondum.
Sigurin hjá Mjølni var heldur ikki so lættur, sum tað ljóðar, tí í tveimum teimum síðstu settunum kom ÍF heilt upp á 23.
Fyri Mjølnir sær út til, at »løbet er kørt« í meistaradeildini. Avgerðin fall, tá tær taptu í Trongisvági. Men enn hava tær steypafinaluna eftir, og hon er eisini móti TB, so her verður eitt gott høvi hjá klaksvíkskvinnunum at seta nøkur ting uppá pláss...
Í landskappingini kann tað enda við, at TB vinnur meistaraheitið í næstsíðsta dystinum, sum er í Klaksvík.