Tað byrjar veruliga at gerast spennandi í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti.
Mjølnir vann fríggjakvøldið 3-1 á TB í høllini í Trongisvági, og nú hava klaksvíkskvinnur bert tvey stig upp til SÍ.
Settmunurin millum TB og Mjølnir var 21-25, 25-14, 25-27 og 21-25.
Fleyr er oddalið við 22 stigum. SÍ er nummar tvey við 20 stigum, og Mjølnir er nummar trý við 18 stigum. KÍF er nummar fýra við 14 stigum, og TB er nummar fimm við 12 stigum. Dráttur er aftast við einum stigi.
Mjølnir hevur heimadystir ímóti SÍ og Fleyr í Badmintonhøllini í Klaksvík í mars og apríl, og halda tær fast við góðu gongdina kann nógv henda í stríðnum um at vinna seg í FM-finalurnar.
Sunnudagin klokkan 13 møtast SÍ og Fleyr í Sørvági. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1.